Jóansøkan er ikki meiri enn farin aftur um, og eitt stórt tiltak er aftur á skránni í Vági komandi vikuskifti, tá Nordisk Kystkultur Festival 2016 verður hildin í Vági.
Spennandi skrá, sum verður almenn seinni í dag, er fyri dagarnar og byrjar skráin longu ónsdagin, tá ymiskar útferðir eru á skránni, har bæði føroyingar og útlendingar eru vælkomnir (meiri um tað seinni í dag).
Skráin fevnir annars um eina røð av mentunartiltøkum, frá framsýningum og fyrilestrum, til konsertir og filmsvísingar. Livandi verkstøð verða á keiini í Vági í teltum, sum verða sett upp til endamálið. Eisini verða tónleikaframførslur og konsertir, og ikki minst bryggju dansur leygarkvøldið.
Nordisk Kystkultur Festival 2016 byrjar ónsdagin, men norðurlendska strandamentanarstevnan verður formliga sett fríggjadagin kl. 19.30 av Aksel V. Johannesen løgmanni.
Lesið eisini um tiltakið á www.grindabatar.com (og velji Nordisk Kystkultur 2016 á ovasta bredda) – og vitjið facebook síðuna Nordisk Kystkultur.
Vegna fyrireikingarbólkin:
Dennis Holm
Dennis Holm, borgarstjóri




