Í samband við órógv á altjóða fíggjarmarknaðinum, er altjóða lánirentan hækkað umleið 1 % hetta seinasta árið síðan sparikassin seinast tillagaði rentustøðið í juni 2007.
Tá hesi viðurskifti tykjast at vera varandi, hevur sparikassin avgjørt at hækka rentuna við gildi frá 1. mai 2008.
Innlánsrentan
Innlánsrentan hækkar við 0,25 til 0,50 % fyri flest allar innlánskontur. Tó hækkar rentan á vanligari bók og fíggjarkontu ikki.
Útlánsrentan
Útlánsrentan bæði lán og kredittir hækkar við 0,50 til 1,00 %. Tó hækkar rentan á bústaðarlánum bert við 0,25 %. Rentuhækkingin umfatar eisini øll vinnulán, ið verða rentað í mun til Cibor rentuna.
Høvuðsrentustig
Vísandi til hjálagda yvirlit yvir rentustig sparikassans kunnu hesi høvuðsrentustig nú nevnast:
Heimlán 6,25 %
Billán 40% útgjald 7,25 %
3 mðr. uppsøgn 3,75 %
3 mðr. Uppsøgn yvir 1 mió. 4,75 %
12 mðr. uppsøgn 4,00 %
12 mðr. uppsøgn yvir 1 mió. 5,00 %
Eftirlønarkonti 4,75 %
Gildi
Rentuhækkingin verður gjørd við gildi frá hósdegnum 1. mai 2008.
Fyrispurningar
Nærri fæst at vita við at venda sær til ein av kundaráðgevum sparikassans ella á heimasíðu okkara.




