Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Nýggj andlit í leiðsluna hjá Smyril Line

(Hannefía Joensen)

Smyril Line P/F hevur sett Henny á Líknargøtu sum stjóra fyri marknaðarføringina hjá felagnum. Henny er upprunaliga frá Fuglafirði, men býr í Havn. Henny er útbúgvin HD í altjóða marknaðarføring, og hevur áður staðið fyri marknaðarføringini hjá nøkrum týðandi fyritøkum í Føroyum. Av hesum kunnu nevnast Vodafone, Kaupthing Banki og Atlantic Airways.

Tann 1. november byrjar danin Henrik Neelmeyer sum sølustjóri í Smyril Line. Henrik er búsitandi í Greve í Danmark og kemur til Smyril Line úr einum starvið sum stjóri fyri Institut for Selskabsledelse í Keypmannahavn. Nýggi Sølustjórin er eitt kent andlit í ferðavinnuhøpi. Hann hevur áður verið forstjóri í Spies A/S og í Krone Rejser A/S eins og hann hevur verið stjóri í Radisson SAS í Keypmannahavn. Hann er fyrrverandi formaður fyri Foreningen af Rejsearrangører og er nevndarlimur í Danmarks Skiforbund. Stórstu avbjóðingarnar hjá Smyril Line liggja á evropisku marknaðunum og tí fer nýggi sølustjórin at arbeiða úr Keypmannahavn.

Nýggju stjórarnir fyri marknaðarføring og sølu geva okkum á Smyril Line eitt gott grundarlag fyri at náa settu vakstrarmálunum og harvið at gagna føroysku ferðavinnuni, sigur Peter Holm, forstjóri.

Bæði Henny á Líknargøtu og Henrik Neelmeyer verða partur av leiðslubólkinum á Smyril Line.