Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Nýggj bók: Nordatlantens ansigter

Norðlýsið – Tíðindi

Í bókini skriva fýra journalistar sína persónligu frásøgn frá teimum fýra londunum, sum tilsamans eru limalondini í Norrønum Atlantssamstarvi (NORA)

Teir fýra journalistarnir hava allir verið gestir í landinum, sum teir hava vitjað. Men sum ferðandi frá einum av hinum londunum í NORA-økinum, hava teir ikki bara eygleitt tað, sum er fremmant og annarleiðis, tað eksotiska. Tey hava eisini hugt eftir og lagt merki til tað, sum er felags fyri londini, tað sum ger at Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi eru ein felags región.

Tað er Norrønt Atlantssamstarv (NORA), sum gevur út ”Nordatlantens ansigter”. Víðsjónin hjá NORA er, at tey fýra londini tilsamans eru ein región, tí tey hava nógv felags viðurskifti og fleiri felags avbjóðingar. Til dømis, tá ið hugsað verður um arbeiðs- og lívsviðurskifti í norðuratlantisku strandarsamfeløgunum, gagnnýtslu av havtilfeinginum og náttúruviðurskiftini, sum á so mangan hátt eru eins. Uppgávan hjá NORA er millum annað at styrkja samstarvið millum Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi um felags avbjóðingar.

Tað eru ikki bara felags politisk og fíggjarliga áhugamál, sum skapa eina región. Ein región eru eisini tey fólk, sum búgva og liva har. Ein región er eisini mentan, sjálvsfatan og hugsanir hjá teimum sum búleikast í økinum. ”Nordatlantens ansigter” leitar ikki eftir norðuratlantisku sálini ella eftir kjarnuni í samleikanum í økinum. Í bókini eru fýra persónligar og journalistiskar frásagnir, frá fýra journalistum, sum hava havt frælsi at velja fólk at tosa við og skriva tekstin á sín persónliga hátt. Vit vóna, at lesararnir sum koma við okkum á ferð saman við journalistunum eisini hugsa um Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi sum eina región – teirra región.

Úr Føroyum er útvarpsmaðurin Høgni Djurhuus farin á ferð til Noregs, hann hevur á sín egna spennandi og sermerkta hátt skriva um lívið í Norðurnoregi. Íslendska Bjørg Eva Erlendsdóttir hevur verið í Føroyum, norski Magne Kveseth í Grønlandi og grønlendska Mariia Simonsen hevur verið í Íslandi.

Bókin, sum er gott gávuhugskot til norðurlendsk vinfólk, fæst í bókasølunum, eitt nú Alpa Bókahandli, fyri 120 krónur. Bókin er innbundin og er 150 síður.

Harleywoodpaint