Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÍÐINDASKRIV: Nýggj bók vísir fiskimenn til arbeiðis

Hannefía Joensen

Ein nýggj myndabók eftir Mariu Olsen fotograf kemur í hesum døgum út í Føroyum, Stóra Bretlandi og aðrastaðni. Bókin, ið ber heiti “Images of Fishermen”, inniheldur seks stórar myndafrásagnir frá fiskitúrum við føroyskum, hetlendskum, íslendskum og grønlendskum skipum.

Hetta er fyrstu ferð at nøkur myndabók so gjølla og umfatandi lýsir sjólív og fiskiskap í Norður Atlantshavi. Talan er um ymiskar veiðihættir og ymisk fiskasløg, og endamálið er ikki minst at lýsa fiskimenn og teirra arbeiðsumhvørvi, sigur Maria Olsen.

Búi Tyril hevur skrivað tekstir til myndafrásagnirnar. Bókin, sum er skrivað á enskum máli, inniheldur harafturat eina frágreiðing eftir heimskenda fiskivinnu serfrøðingin Menakhem Ben-Yami um fiskivinnumál, við serligum atliti til ta føroysku fiskidagaskipanina.

Meira stendur at lesa um bókina á www.images-fishermen.com . Images of Fishermen er innbundin, fyllir 388 síður og inniheldur meira enn 200 litmyndir. Bókin fæst í bókabúðum kring landið og kostar 545 krónur. Forlagið GlobalOne Press í Aberdeen gevur út, meðan tess føroyska umboð PRnewsMedia.com hevur staðið fyri grafiskari uppseting.