Kristbjørg Isaksen úr Norðagøtu er sett í starv sum apotekari við Norðoya Apotek í Klaksvík.
Nýggjur apotekari settur við Norðoya Apotek
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna– og heilsumálum hevur sett Kristbjørg Isaksen úr Norðagøtu í starv sum apotekari við Norðoya Apotek í Klaksvík.
Kristbjørg Isaksen er 27 ára gomul.
Hon tók prógv sum cand. pharm. í 2006 og hevur eitt stutt skifti starvast á Christianshavns Apotek í Keypmannahavn, umframt styttri tíðarskeið í lestrartíðini á apotekunum í Føroyum.
Kristbjørg Isaksen tekur við starvinum 1. desember 2006.
Í hesum sambandi verður reseptión mánamorgunin 4.desember millum 10:00 – 12:00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




