Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Orca og Gestir í Bygdarhúsinum á Strondum

(Hannefía Joensen)

Leygarkvøldið 19. apríl verður konsert við eysturoyarbólkunum Orca og Gestum í biografsalinum í Bygdarhúsinum á Strondum. Konsertin byrjar kl. 20.

Bólkurin Gestir, ið gav fyrstu og væl móttiknu fløgu sína ”Burtur frá toftunum” út fyri tveimum árum síðani, er broyttur eitt sindur síðani teir vóru at hoyra m.a. á G! festivalinum í summar. Teir, ið mynda bólkin leygarkvøldið, eru Ólavur Jákupsson, sang og el-gittar, Torfinnur Jákupsson, el-gittar, Jens L. Thomsen, el-bass og Jógvan Andreas á Brúnni, trummur.

Bólkurin Orca, ið gav út fløguna ”Livandi Oyða” stutt fyri jól, er sermerktur á tann hátt, at ljóðførini, ið nýtt verða, eru øll gjørd úr burturkasti og ymiskum avløgdum lutum, ið funnir vórðu í einum fjósi innan Glyvur fyri eini tveimum árum síðani. Jens L. Thomsen spælir upp á hegnpelabass, Bogi á Lakjuni spælir einstreingjaða slide rørlampu, Ólavur Jákupsson spælir upp á fløskuorgul og syngur, Jógvan Andreas á Brúnni spælir upp á ymsar tunnur úr plasti og jarni, og Kári Sverrisson spælir upp á eina oljutunnuharpu og syngur.

Orca spældi eina væl vitjaða konsert á Kambsdali farna vikuskifti. Konsertin á Strondum leygarkvøldið er liður í fyrireiking til framførslur hjá Gestum og Orca, ið verða í Belgia og aðrastaðni fyrst í mai mánaði. Atgongumerki til konsertina fáast við dyrnar.

Harleywoodpaint