Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Project Pulse

(Hannefía Joensen)

Stór konsert í Mentunarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 30. august.

Leygarkvøldið 30. august verður eitt spennandi tiltak í mentunarhúsinum í Fuglafirði ið Pulse entertainment skipar fyri.

Bólkarnir ið koma at framføra eru
Grandma´s basement og Pitstain.
Dj Caveman (Henning Konráðsson) kemur at standa fyri tónleikinum áðrenn, ímillum og aftaná settini hjá bólkunum.

Grandma´s basement og Pitstain eru bólkar ið ikki hava nógv ár á bakið, tó so hevur GB spælt til fleiri stór tiltøk seinasta árið, og seinasta konsert teir høvdu var á sjálvum Summarfestivalinum. Umframt fleiri konsertir, hevur manningin í GB eisini spælt í Rás 2 og í ÚF har teir hava framført egin løg so sum Bangna beisti. So alt í alt ein níggjur spennandi bólkur, ið vit uttan iva koma at hoyra nógv til í framtíðini.
Seinasta konsertin ið Pitstain hevði var í Klaksvík á Norðoyastevnu. Og fingu teir tá heilt góðan respons frá áhoyrarunum. Nú Pitstain skal spæla á Project Pulse 30.aug hava teir okkurt yvirraskilsi til áhoyrarnir í Fuglafirði. So alt í alt ein spennandi konsert við Dj show í Mentunarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 30.aug.

Manningin í Grandma´s besement: Jón Jacobsen: Sang. Rógvi Olsen: guitar, Sang. Símin Heimistovu: guitar. Jóannes viðbjørg: bass. Martin Simonsen guitar. Thorvald danielsen: trummur.

Manningin í Pitstain: Lindi Gardar: sang. Sámal Olsen: sang. Oli jacobsen: bass. Bogi Jacobsen: guitar. Danial pauli Lervig: guitar. Kari vitalis: trummir.