Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovnum og í dagrøktini er millum annað at menna og menta børnini á fulgóðan hátt.
Fyri at kunna arbeiða sambært hesum endamáli hava stovnarnir í Klaksvíkar Kommunu søkt um at fáa ein ráðleggingardag. Á fundi í sosialu nevnd tann 12 februar 2003 var henda umsókn gingin á møti við tí áheitan til stovnarnar um at skipa so fyri at hetta tiltak órógvar sum minst. Ætlanin hevur við sær, at stovnarnir vera afturlatnir ein dag um árið.
Henda dagin fara starvsfólkini á stovnunum at arbeiða við ávísum evnum sum hava til endamál at betra um dygdina í ansingini á einstaka stovninum. Vónandi fer úrsliti av hesum ráðleggingardegi at vera til gagns fyri øll í ansingarskipanini hjá Klaksvíkar Kommunu.
Eyðgunn Samuelsen, formaður í sosialu nevnd.




