Støðan viðvíkjandi pelagiska kongafiskinum í Irmingarhavinum, skal umrøðast á NEAFC fundi í Havn 28. og 29. oktober
Føroyar, Ísland og Grønland hava sum strandarlond boðið øðrum limalondum í NEAFC til fundar í Havn 28. og 29. oktober at umrøða støðuna viðvíkjandi pelagiska kongafiskinum í Irmingarhavinum.
ICES hevur fyri 2007 mælt til, at onki verður fiskað av pelagiskum kongafiski. Henda støða ger tað torført at koma til eina semju. Tí hava strandarlondini tikið stig til at byrja tingingarnar um umsitingartiltøk so tíðliga sum gjørligt undan NEAFC ársfundinum, sum verður í november.
Sjálv hava strandarlondini í fleiri umførum samráðst um at koma fram til eina semju teirra millum um umsiting og kvotubýti av pelagiska kongafiskinum í Irmingarhavinum, men eru kortini ikki komin á mál. Tað er serstakliga kvotubýtið, sum skilir partarnar. Tí er heldur ikki grundarlag fyri einum felags uppskoti frá strandarlondunum at leggja fyri ársfundin hjá NEAFC í november at taka støðu til.
Saman við hinum limalondunum í NEAFC verður so roynt at koma fram til eina semju, sum tekur atlit at støðuni í stovnunum.
NEAFC viðtók í fjør at avmarka fiskiskapin í 2006 til um 62.000 tons, men tó uttan at gera eitt býti av kvotuni millum limalondini. Hesi samtykt hevur Russland mótmælt grundað á, at heildarkvotan
eftir teirra tykki er sett ov lágt.
Hóast NEAFC samtykkir at steðga fiskiskapinum eftir pelagiskum kongafiski í Irmingarhavinum, fer fiskiskapur at fara fram, tí mong skip heimahoyrandi í ikki limalondum reka óskipaðan fiskiskap – sokallað IUU skip (illegal, unregulated and unreported activity). Væntandi verða viðurskifti hesum viðíkjandi eisini tikin fram á fundinum.
Fiskimálaráðið, 25. oktober 2006




