Samráðingarnar um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti í 2007 verða í Havn hósdagin og fríggjadagin 26. og 27. oktober 2006.
Hetta er fyrsti regluligi fundurin eftir at strandarlondini, sum eru Føroyar, ES, Ísland og Noreg, í fjør komu ásamt um eina heildarkvotu og býti millum londini.
Høvuðsmálið á fundinum í ár verður at eftirmeta skipanina fyri fleirára umsiting av svartkjaftastovninum, sum varð gjørd í fjør. Eftir hesi skipan skal heildarkvotan minka við í minsta lagi 100 tús. tonsum um árið frá 2007.
Londini gjørdu í fjør av at biðja ICES meta um, hvørt skipanin er í samsvari við fyrivarnisregluna. ICES hevur mett um skipanina, og er komið til ta niðurstøðu, at hon ikki er í samsvari við fyrivarnisregluna. Sambært ICES er svartkjaftastovnurin væl fyri, men veiðitrýstið er ov stórt. Tí mælir ICES til, at veiðan í 2007 ikki verður meira enn 980 tús. tons.
Fiskimálaráðið, 25. oktober 2006




