Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Sera spennandi gongutúrur leygardagin, 30.mai 2009.

John William Joensen

Í samband við rørsluvikuna, skipar Norðoya Gongufelag fyri sera áhugaverdum og hugnaligum gongutúri til Føgrulíð, leygardagin, 30.mai

Byrjað verður á Norðoya Kunningarstovu kl. 15.30, har kunning verður áðrenn túrin. Síðani verður farið við bussi og koyrt verður niðan móti Hálsinum, og haðani verður so farið til gongu. Við avbera góðum frásøgumanni verður gingið niðan á Hálsin og haðani yvir á Grevsturin, har sjórænaragravirnar eru. 

Haðani verður farið suður á Stíggin, har gingið verður niður, og síðan verður gingið oman til háskúlatoftina. 

Har verður hvílt eina løtu, meðan greitt verður frá toftini og háskúlatíðini á staðnum frá 1900 til 1909. Við avbera vøkrum útsýni er her lag á manni at hugleiða um fortíð, nútíð og framtíð. Eisini verður skipað fyri felagssangi saman við einum av okkara allar besta sangara. 

Her verður eisini matpakkin notin áðrenn farið verður heim aftur.
Gingið verður heim aftur norður gjøgnum líðina og runt um Klakkin. Tá komið er runt um Klakkin til vegendan verður koyrt við bussi aftur til Kunningarstovuna, har túrurin endar. 

Túrurin byrjar kl. 15:30, so heitt verður á fólk um at møta kl.15:00. Roknað verður við, at túrurin varðar umleið 4-5 tímar. 

Torleikastig: yvir miðal 

Neyðugt er við tilmelding! 

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
Tilmelding á: NORÐOYA KUNNINGARSTOVU, tel 456939 ella info@klaksvik.fo