Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Shell skipar fyri Heilsurenning

(Hannefía Joensen)

5. apríl kl. 16.00 skipar Shell fyri heilsurenning

Áhugin fyri renning er nógv vaksin tey seinastu árini, og fyri hvørt ár sum gongur, sær ein fleiri og fleiri sum renna og jogga. Hetta er bara gott, tí øll vita, hvussu umráðandi tað er at røra seg. Umframt at fáa fríska luft, so er tað gott fyri øll heilsutøl. Sjálvt um áhugin fyri renning er nógv vaksin, so eru tað fleiri, sum ikki fáa tikið seg saman, og tí halda fyrireikararnir tað vera eitt gott hugskot við hesum tiltaki. Føroya Shell hevur fleiri ferðir skipa fyri líknandi tiltøkum, og hava teir tætt tilknýti við rennifeløgini í landinum, sum altíð eru tilreiðar við einari hjálpandi hond.

Heilsurenningarnar hesaferð verða leygardagin 5. apríl kl. 16.00, og er tað sum sagt Føroya Shell, sum saman við Treystinum, Bragdinum og Roysninum sum skipa fyri hesum tiltaki. Hesaferð verður runnið á Shellstøðini í Klaksvík, Gøtudali og Ringvegnum í Havn

Runnir verða tveir teinar, ein uppá 3 km og ein uppá 5 km. Gentur og dreingir kunnu bert renna tann styttra teinin, meðan tey vaksnu kunnu velja styttra ella longra teinin. Hetta eru bólkarnir sum luttakarar kunnu tekna seg til:

Gentur/Dreingir f. 2002 ella seinni
Gentur/Dreingir f. 1999-2001
Gentur/Dreingir f. 1996-1998
Kvinnur/Menn f. 1963-1995
Kvinnur/Menn vet. f. 1962 ella fyrr

Øll sum luttaka fáa frukt og vatn á málinum, og heiðursmerkir verða latin til 3 tey bestu í hvørjum bólki.

Tilmelding kann gerast á málinum, ein tíma undan sjálvari renningini.

Tiltakið er ókeypis