icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Sjálvtilvitan og persónlig menning

(Hannefía Joensen)

Vælumtókti sálarfrøðingurin Pauline Skates úr Ný Sælandi er nú aftur í Føroyum við skeiðinum, “Self-awareness”.

Pauline heldur skeið í nógvum londum og undirvísir eftir einari teori, ið kallast refocussing. Skeið hennara hava víst seg at verið lykilin hjá nógvum til eina positiva broyting í lívinum. Skeiðið verður á Runavíkar Sjómansheimi 9. og 10. august.

Pauline Skates hevur virkað sum terapeutur í meira enn 15 ár, og er leiðari fyri Insight Councelling Services, sum bjóðar bæði viðgerðir og útbúgvingar, ið byggja á kristnu virðini.
Tað er vorðið meira og meira eyðsýnt, at sjálvtilvitan er lykilin til eina positiva broyting í lívinum hjá fólki.

Málið við skeiðinum er:

·at læra at fokusera av nýggjum – at síggja lívið úr øðrum sjónarhorni
·at skapa rúm, so tú sum menniskja mennist sálarliga og andaliga
·at ónøgd og væntandi tilvitan kann leggjast aftur um bak
·at læra, at lívið við einum fríum vilja er ein valmøguleiki

Skeiðið er bæði teoretiskt og praktiskt.

Seinastu seks árini hevur Pauline Skates undirvíst í "RF" í nógvum londum, eitt nú Avstralia, Ný Sælandi, Onglandi, Sveis, Týsklandi, Danmark, Noregi og Føroyum.

Pauline er ein livandi og kveikjandi skeiðleiðari. Hon er vælumtókt og fær góð ummæli.

Ein av skeiðluttakarunum sigur soleiðis um hana:

"Pauline Skates er ein sera livandi, pedagogiskur, strálandi og vælfunderaður persónur
Hon er sera professionell og hevur eitt knívhvast innlit.
Skeiðið gav mær svar uppá nógvar av mínum ósvaraðu spurningum."

Kostnaður fyri skeiðið 1800,00 krónur. Morgunmatur og døgurði er íroknað.

Enn eru nøkur pláss eftir.

Gjaldið á konto í Noroyða sparikassa konta nr. 9865-4171130.

Viðmerk Refocussing og títt navn.

Tá tú hevur goldið, er tekningin fullfíggjað!

Vegna Refocussing,
Hilda Viderø
Familjuterapeutur / supervisor
Helnabrekka 23
700 Klaksvík
Tlf. 216785
diakon@kallnet.fo
Insight Councelling Services

Harleyfacadeacryl