Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Skakandi tilburðir

(Norðlýsið – Tíðindi)

Mong munnu minnast bankaránið í Føroya Banka í Kollafirði…

Mong munnu minnast bankaránið í Føroya Banka í Kollafirði. Lítið hevur verið at hoyrt um hesa hending, sum tíbetur hoyrir til tær sjáldsomu um okkara leiðir. Nú hevur tú tó møguleikan at lesa, hvussu starvsfólkið í bankanum upplivdi løtuna, tá bankin í Kollafirði varð rændur einaferð í áttatiárunum.







Tað kanst tú gera í bókini ”Skakandi tilburðir”, sum Forlagið Føroya Met í Vágum gevur út. Har er søgan um bankaránið í Kollafirði ein av mongum skakandi søgum, sum tó tíbetur allar enda væl. Hvussu tað ber til at tær enda væl, er ikki altíð lætt at skilja, men kanska var tað lagnan sum vildi tað so.







Talan er um skakandi hendingar, sum ymiskir persónar kring landið hava verið úti fyri, og hon byggir á samrøður við fólkini, sum hava verið fyri hendingunum. Millum annað er søgan um lastbilin hjá Strandferðsluni, sum fór út av bryggjuni í Skopun, um ein mann, sum datt út av Hvalbiareiði, um ein smádrong í Syðrugøtu, sum varð tikin av bryggjuni av einum óløgi og um prestin, um fór í havið uppi við Bjarnoynna.







Hetta eru bara nakrar av søgunum í bókini, har greitt verður frá 13 ymiskum hendingum.







Tað er John S. Myllhamar, sum hevur skrivað bókina, og hann er komin stak væl frá teimum ymisku søgunum. Hann setur spurningin, um tað var tilvildin sum ráddi, tá hesir 13 tilburðirnir endaðu væl, og so er tað upp til lesaran sjálvan at svara tí spurninginum.







Bókin er ógvuliga lætt lisin og spennandi. Hon er íalt 135 blaðsíður, og tí eru søgurnar ikki langdrignar, men kortini eru tær væl lýstar, bæði í orðum og í myndum, sum Janus D. Guttesen hevur teknað.







Hetta er triðja bókin, sum Forlagið Føroya Met gevur út. Forlagið hevur eisini givið út ferðakortið “Vert at vitja”, sum kom út í summar, og nú undan jólum gav forlagið eisini út DVD-fløgu frá Føroya Stuttligasu borðhaldum.







“Skakandi tilburðir” fæst í Føroya Keypsamtøku, á Shell-støðunum, Statoil-støðunum og í Bókasølunum kring landið. Hon er 135 blaðsíður og kostar 258 krónur.















Forlagið Føroya Met