Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Skapa títt heilt egna myndakort!

(Hannefía Joensen)

Vit bjóða øllum okkara kundum møguleikan at fáa eitt persónligt heilt serligt myndakort allan juli mánað!

Hevur tú nakrantíð hugsað, tað kundi verið stuttligt at havt sítt heilt egna gjaldskort, við mynd av tí tú elskar?

Tað kanst tú nú! Og tað er heilt ókeypis allan juli mánað.

Norðoya Sparikassi bjóðar tær at brúka tað allarbestu myndina tú eigur, tað verði seg av gentuni, hundinum, børnunum, náttúruni ella frá tíni allarbestu ferð uttanlanda. Tú avgerð sjálv/ur hvussu nýggja kortið hjá tær skal síggja út, og ger arbeiðið sjálv/ur.

100 tey fyrstu eru við í kapping um eitt digitalt myndatól og atgongumerki til Summarfestivalin. Lesið meira á www.ns.fo