Endamál felagsins er st skipa fyri at savna pening inn til at seta ein minnisvarða norðuri á Skarði.
Tann 6 septeber í árið er eitt nýtt felag komið undan kavi, og tað er teir tríggir haraldssundsmenninir, Andrass Jacobsen, Kári í Kongsstovu og Jákup Jacobsen. Endamál felagsins er st skipa fyri at savna pening inn til at seta ein minnisvarða norðuri á Skarði. Skarðsbygd var ein av teimum bygdunum, sum var harðast rakt, tá tríggir bátar í Norðoyggjum gingu burtur Tollaksmessudag 1913. Skarðsbygd var so hart rakt av hesum sorgardegi, at tey mistu allar sínar raskastu menn í besta aldri. Hetta gjørdi at Skarðsbygd doyði út, tey rýmdu av Skarði 26 januar í 1919. Tá kláraðu tey ikki meira.
Teir ið fóru við Skarðsbátinum vóru:
Jacob Peter Petersen 30 ára og 3 børn
Poul Jacob Poulsen 27 ára og 1 barn
Joen Mikkelsen ( Árnfara Jógvan ) 46 ára og 1 barn
Poul Edvard Marius Hans Pedersen 17 ár
Mikkel Peder Albanus Pedersen 16 ár
Joen Pauli Joensen 45 ár og 3 børn
Símun Pauli Rasmussen 52 ár og 3 børn
Mikkjal og Poul Edvard vóru brøður og synir Árnfara – Jógvan.
Andrass, Kári og Jákup hava allir røtur av Skarði. Abbi til Jákup og Andrass var Jákup á Skarði, ella Jákup í Kongsstovu. Hann var 14 ára gamal, tá báturin gekk burtur, næsti maðurin, sum eftir var, var 70 ára gamal, allir sum vóru í aldursbólkinum har í millum fórust við bátinum. Langabbi Kára var Karl á Skarði, sum var 10 ára gamal, tá báturin gekk burtur. Karl misti tveir beiggjar og pápa sín við skarðsbátinum. Jákup í Kongsstovu er eisini langabbi til Kára.
Vit hava sett okkum sum mál, at minnisvarðin skal standa liðugur norðuri á Skarði í desember 2013, tá hundra ár verða liðin síðani sorgardagin.
Um onkur vil hava meira at vita, so stendur um henda feigdardag 1913 í bókini Havið og vit, sum J. Símun Hansaen hevur skriva.
Limur í felagnum kunnu øll gerast, sum gjalda limagjald. Felagið fer nú 8 desember at hava sítt fyrst tiltak og tað verður ein marknaðardagur í bygdahúsinum í Haraldssundi har felagið eisini kemur at hava tombola og annað.
Vónandi verður hetta væl móttikið og stuðla av nógvum góðum kreftum.
Øll eru vælkomin.
Andrass Jacobsen formaður Kári í Kongsstovu kassameistari og Jákup Jacobsen er skrivari.




