Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÍÐINDASKRIV: Tíðindaskriv frá Atlantic Airways

John William Joensen

Tað er við stórari sorg, vit kunngera, at flogfar okkara av slagnum BAe 146 OY-CRGFlight no: RC 670, hevur verið fyri tí vanlukku at koyra út av breytini á flogvøllinum í Stord.

Vanlukkan hendi kl. 07.35 lokala tíð. Tíggju ferðafólk og trý, sum mannaðu flogfarið, eru á sloppin frá vanlukkuni vid lívinum og eru á sjúkrahúsi. Tey trý fólkini, sum vóru saknað, eru nú funnin og hava látið lív. Talan er um tvey ferðafólk og eitt av manningini.

Við flogfarinum vóru 12 ferðafólk, og manningin taldi 4

Av teim 12 ferðafólkunum vóru:

11 normenn
1 útlendingur

Manningin taldi tríggjar føroyingar og ein dana.

Umboð fyri Atlantic Airways, Havaríkommisiónina og Statens Luftfartsvæsen eru í løtuni á veg á vanlukkustaðið.

Somuleiðis hevur Atlantic Airways sett ein arbeiðsbólk, sum í samstarvi við tryggingarfeløgini fer at taka sær av øllum spurningum í sambandi við vanlukkuna.

Atlantic Airways setur seg regluliga í samband við tey avvarðandi, so hvørt nakad nýtt er at frætta frá vanlukkuni.

Nýtt tíðindaskriv verður sent út, so skjótt vit vita meira um vanlukkuna. Somuleiðis verður boðað til tíðindafundar skjótast til ber.

So leingi einki nýtt tíðindaskriv er komið frá Atlantic Airways, skulu vit vinarligt heita á fólk og fjølmiðlar um ikki at ringja til okkum, tá hetta kann forða fyri øðrum lívsneyðugum telefonsamrøðum.

Flogvøllurin hin 10/10 2006.

Magni Arge
Stjóri
Atlantic Airways

Harleywoodpaint