Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv til fjølmiðlarnar: HÓLMGONGA Á OYRARBAKKA

John William Joensen

Eysturoyartingmenninir Edmund Joensen og Tórbjørn Jacobsen bresta saman í politiskari duel í Eydnuni á Oyrarbakka hóskvøldið 3. februar kl. 2000.


Hólmgongan ímillum teir báðar er eitt afturvendandi tiltak framundir løgtings- & fólkatingsvalini í Eysturoy. Og verður av nógvum mett sum hæddarpunktið í valstríðnum, har skotið verður við skørpum millum pólarnar, og sekundvísarin ongan avgerandi leiklut hevur.
Fleiri ferðir hava politisku mótstøðumenninir úr Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum fylt losjuna í Gøtu á tremur við áhoyrarum, og hesaferð hevur løgtingsformaðurin heimavøll.
Báðir hava royndir av Løgtingi, úr Landsstýrinum og av Fólkatingi. Og áhoyrararnir fáa høvið til at seta teimum allar teir spurningar, ið koma teimum til hugs. Til at skipa og stjórna orðaskiftinum hava fyrireikararnir aftur hesaferð heitt á stjóran á Havsbrún í Fuglafirði, – Berg Poulsen.
Tónleikur verður eisini á skránni. Honum koma kendi trubadoururin Sámal Ravnsfjall og sambandsskrivarin Helgi Abrahamsen at skipa fyri, og skuldi hýrurin verið til tað, er ikki óvist at hólmgongumenninir sjálvir gerast ein partur av tí musiska høpinum. Somikið er hent fyrr.
Onkur minnist kanska, at takið mundi farið av losjuni, tá ið glyvramaðurin sang á grønlendskum, og oyrarmaðurin plagieraði Vikingarna somikið væl, at fleiri ógvaðust um, at hann ikki var vorðin heimsgitin sangari heldur enn politikkari og vinnulívsmaður.

Áhoyrararnir vera biðnir um at møta stundisliga – hóskvøldið kl. 2000.



NB:  Er tað onkur sum vil vita meira um tiltakið ber til at venda sær til:
Tórbjørn Jacobsen tlf. 218638, Edmund Joensen tlf. 220390 ella Bergur Poulsen tlf. 210172