Fleiri tímar til yngru næmingarnar, styrkt eftirmeting og alment lesiátak eru millum tilmælini, sum Jógvani á Lakjuni, fekk frá arbeiðsbólki í dag.
Fleiri tímar til yngru næmingarnar, styrkt eftirmeting og alment lesiátak eru nøkur av teimum 45 tilmælunum, sum ein arbeiðsbólkur hevur handað Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum í dag.
Sambært tilmæli frá arbeiðsbólkinum, sum var settur aftaná, at úrslitini í PISA-undankanningini vóru kunngjørd, eru hetta nøkur av tiltøkunum, sum skulu styrkja fakliga førleikan hjá næmingunum og menna fólkaskúlan.
Í dag var álit handað landsstýrismanninum við uppskotum um, hvat skal gerast til tess at betra um fakliga støðið hjá næmingum í fólkaskúlanum.
Í álitinum verða hesir fýra partarnar viðgjørdir:
•
•
•
•
Tilsamans eru 45 uppskot um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk, og hvussu hesi kunnu verða raðfest.
Arbeiðsbólkurin hevur m.a. mælt til at seta hesi uppskot um tiltøk í verk:
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
Í arbeiðsbólkinum hava verið umboð úr kommunufeløgum, Føroya Lærarafelag, Foreldrafelagnum Heim og Skúli, Skúlaleiðarafelagnum og Mentamálaráðnum.
Undir viðgerðini av álitinum hevur arbeiðsbólkurin havt samskifti við umboð fyri Føroya Pedagogfelag, Føroya Skúlabókagrunn, Yrkisfakfeløg fyri miðnámsskúlarnar og Meinar Ortind, sum er næmingur í 10. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla.
Umframt hetta hevur bólkurin eisini havt samskifti við Niels Egelund, professara, ið hevur skrivað PISA-frágreiðingina, Júliús Bjørnsson, ið er íslendskur PISA-serfrøðingur, og Peder Haug, ið er professari og hevur staðið fyri fleiri PISA- átøkum í Noregi. Sí álitið á heimasíðu Mentamálaráðsins www.mmr.fo – “Fólkaskúlin – útgávur”.
Tórshavn, 19. oktober 2006
Mentamálaráðið




