Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Tollstovan í Klaksvík niðurløgd

John William Joensen

Í tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum verður fráboða at Toll- og Skattstovan í Klaksvík skal flytast til Gøtu

Bygnaðarbroytingar og menning á Toll-og Skattstovu Føroya byrja nú
Leiðslan á Toll-og Skattstovu Føroya fer nú undir áður fráboðaðu bygnaðarbroytingarnar á stovninum, ið hava til endamáls at menna stovnin og hækka tænastustigið. Arbeiðið at talgilda og leggja um arbeiðsuppgávur heldur fram, og meðan útreiðslur verða spardar, skulu borgarar hava eina betri tænastu.

Sum mest skal fáast burtur úr hvørjari skattakrónu, ið borgarar landsins rinda.

Hetta hevur landsstýrið sett sær fyri, og tað er ein av orsøkunum til, at Toll- og Skattstova Føroya nú fer undir eina tilgongd við umskipan og bygnaðarbroytingum. Endamálið er at menna stovnin. Virksemið skal gerast effektivari og meira rationelt, og tá komið er á mál, skulu borgararnir hava eina betri tænastu enn nú.

Broytingarnar verða framdar eftir einum leisti, ið leiðslan sjálv hevur tilevnað, eftir áheitan frá og í samráð við landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Bárður Nielsen.

Broytingarnar á Toll- og Skattstovuni bera m.a. í sær, at:
Eftirlitsuppgávan verður styrkt
Farið verður frá seks økisskrivstovum til tríggjar økisskrivstovur, ið verða:
– Miðøki við skrivstovu í Tórshavn, í Skopun og tolleftirliti í Vágum
– Norðurøkið við skrivstovu í Gøtu
– Suðurøkið við skrivstovu á Tvøroyri
Tolleftirlitið kemur undir felags leiðslu undir stýrinum
Fakligi førleikin verður styrktur
Einstaklingar og virkir fáa eina betri tænastu
Talgilding og automatisering av uppgávum heldur fram við høgari raðfesting

Seinastu árini hava stórar broytingar verið í fyritreytunum fyri arbeiðinum hjá Toll- og Skattstovu Føroya, og seinastu tvey árini er arbeitt við at talgilda stórar partar av tollarbeiðinum. Tað merkir, at nógv av tí manuella arbeiðinum, sum varð gjørt fyri fáum árum síðani, skjótt fellur burtur. Tí eru umleggingin og bygnaðarbroytingarnar fyri ein part at meta sum náttúrligt framhald av tí arbeiði, ið longu er gjørt.

Talið á økisskrivstovum verður avmarkað í samsvari við, at støðugt minni tørvur er hjá fólki at møta persónliga hjá Toll- og Skattstovuni. Eitt nú fáa flestu borgarar ikki longur sjálvuppgávu men skattauppgerð. Havast skulu eisini í huga tær stóru íløgur, ið eru gjørdar í veganetinum og samferðsluni síðstu árini, og at skjótt verður koyrandi úr Gásadali til Viðareiðis. Hetta minkar um tørvin á økisskrivstovum.

Umskipanin og broytingin hjá Toll- og Skattstovuni fevnir um eina tvey-trý ára tilgongd. So vítt, sum til ber, verður starvsfólkatalið avmarkað við náttúrligari frágongd, men uppsagnir kunnu tó ikki útilokast.

Argir, tann 02. mars 2005
Fíggjarmálaráðið

Harleyfacadeacryl