Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Tryggingarfelagið Føroyar er høvuðsstuðul hjá FAME

(Norðlýsið – Tíðindi)

Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðsstuðul hjá sangleikinum FAME, sum Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum setur upp og sum verður spældur í Norðurlandahúsinum 17.-23. novembe

Fríggjadagin undirskrivaði Gunnar í Liða, forstjóri og Edvard Heen, varastjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, og Herleif Hammer, verkætlanarleiðari fyri FAME, avtalu um stuðul. Tryggingarfelagið sigur, at tað hevur valt at stuðla sangleikinum, tí felagið fegin stuðlar ungdóminum, og í hesum førinum heldur felagið tað vera vert at stuðla ungum talentum og vera við til at profilera studentaskúlan og næmingarnar har. Tryggingarfelagið Føroyar ger nógvar stuðulsavtalur og vil fegin náa breitt út um samfelagið við sínum stuðli. Við stuðlinum til FAME vil felagið vera við til at menna talentini hjá ungum miðnámsskúlanæmingum innan palllist og geva teimum nýggjar upplivingar og royndir og høvi til at síggja nýggjar møguleikar.

Fyrireikarnir aftan fyri FAME eru glaðir fyri samstarvið við Tryggingarfelagið Føroyar, sum tryggjar fíggjarliga grundarlagið undir leikuppsetingini. Sjálvt um tey umleið 80 fólkini, sum fara at vera á pallinum, eru óløntir studentaskúlanæmingar, og lærarar á skúlanum gera eitt stórt arbeiði, so er neyðugt at leiga fólk inn til uppgávur, sum krevja størri arbeiði og førleika, s.s. leikstjórn, koreografi, týðing, sangfrálæra, tilrættalegging av tónleiki o.a. Alt í alt er sjálv verkætlanin eitt tungt tak at lyfta, og Føroya Studentaskúli er fegin um at Tryggingarfelagið Føroyar vil hjálpa við at lyfta hana.


Um FAME.

Sangleikur frá 1988.
Tónleikur Steve Margoshes. Hugskot: David de Silva. Sangtekstir: Jack Levy. Leikrit: José Fernandez.

Føroyska uppsetingingin.

Frumsýning í Norðurlandahúsinum tann 17. november.
Verður spældur til 24. november.
Sølan av atgongumerkjum byrjar mánadagin 16. oktober og atgongumerki vera at fáa í Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovuni.

Leikstjóri: Jákup Veyhe
Týðing: Kristin Bæk og Dánjal Hoydal
Koreografur: Jóna Thomsen
Dansivenjingar: Jóna Thomsen og Elsa Maria Bærentsen
Sangvenjingar: Sigrid Sivertsen
Búnar: Kristin Bæk
Tónleikasamskipari: Hans Olivur Joensen
Kórleiðari: Zacharias Sørensen
Orkesturleiðari: Julian
Ólavur Olsen: Samskipan av blásarum
Verkætlanarleiðari: Herleif Hammer
Ljós: Turpin Djurhuus
Pallmynd: Jóannes Gaard

Harleywoodpaint