Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv um ferðsluátak: Ferðslutrygd

(Norðlýsið – Tíðindi)

Ráðið Fyri Ferðslutrygd og politiið heita á ferðandi til gongu ella á súkklu um at nýta endurskin og øll koyrandi um at tryggja, at ljósini eru í lagi og verða brúkt.

Nú summarið er farið afturum og myrka tíðin komin, eru aftur í ár akfør, sum koyra uttan at hava ljósini í lagi.

Møguleiki fyri at síggja og verða sæddur er munandi minni hjá hesum bilførarum. Teir hava eina ábyrgd, sum teir eiga at røkja betur, so skaði ikki stendst av teirra atburði.

Ráðið Fyri Ferðslutrygd og politiið vilja heita á ferðandi til gongu ella á súkklu um at nýta endurskin og øll koyrandi um at tryggja, at ljósini eru í lagi og verða brúkt.

Fyri at minna øll um ferðslutrygdina, hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd lýsingaherferð um hesi viðurskifti í tíðarskeiðinum frá 9. oktober til 22. oktober.

Somuleiðis hevur politiið grein 13 kanningar um alt landið í tíðarskeiðinum frá 16. oktober til 29. oktober.

Seinasta heyst var lýst við hesum átøkum, men álíkavæl vóru bøtur givnar fyri tilsamans 120.00 kr.

Av steðgaðu bilunum høvdu 136 ikki ljósini í lagi, 206 ferðandi í bili brúktu ikki bilbeltið og á 27 bilum vóru dekkini ikki í lagi. Somuleiðis fingu 81 bilførarar bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær.

Ferðslutrygd og politiið heitir á øll í ferðsluni um at vera ansin og hugsa um trygdina. Vónandi verður tað ikki neyðugt hjá politinum at geva eins nógvar bøtur sum undanfarin ár.

Harleyfacadeacryl