KÍ boðar frá á heimasíðu sínari, at tann væl umtókta Klaksvíkskappingin í ár verður hildin leygardagin 14/3 og sunnudagin 15/3, har EB/Streymur, HB, B36 og KÍ fara at dystast.
Eins og undanfarin ár skipar Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri Klaksvíkskappingini, sum nú í fleiri ár hevur verið tann seinasta, áhugaverda upphitingin til kappingarárið hjá nøkrum av teimum frægastu Formulaliðunum í landinum.
Kappingin hevur tí verið lutfalsliga væl vitjað av áskoðarum.
www.ki.fo skrivar, at luttakandi liðini, umframt vertirnar KÍ, verða føroyameistararnir úr EB/Streymi, silvurvinnararnir úr HB og bronsuvinnararnir úr B36.
Seinnu árini hava tað ikki bert verið luttakandi liðini, sum hava myndað Klaksvíkskappingina, men eisini hevur verið skipað fyri pallborðsfundum, har ymisk viðkomandi evni eru tikin upp til kjak. Eftir ætlan verður skráin nøkunlunda at líkna við undanfarin ár.
Í ár verður Klaksvíkskappingin vikuskiftið 14. mars og 15. mars.
Meira verður at frætta seinni um nágreiniligu skránna.




