Bjarni Jørgensen, sum gjørdi fyrsta málið fyri KÍ í Runavík, men sum síðan mátti av vølli við snuddi, sigur við Norðlýsið, at hann er tøkur til heimadystin móti Víkingi sunnudagin.
Ikki óvæntað var lagið gott á monnum í Formula-hópinum eftir venjing týskvøldið, tá ið vit stukku inn á gólvið í “boot-room”, har leikarar fingu sær eitt prát aftur við einum kaffimunni.
Ein tann fyrsti spælarin, vit hittu, var Bjarni Jørgensen, sum kundi staðfesta, at hann verður tøkur aftur til komandi dyst, sum verður á Injector Arena ímóti víkingunum úr Gøtu.
– Eg fekk eitt trælær ímóti NSÍ, men tað er greitt, at eg verði klárur aftur at spæla sunnudagin, upplýsti argjamaðurin, sum fekk onkrar stuttligar viðmerkingar frá sínum viðspælarum, eftir at hann sunnudagin gjørdi sítt fyrsta mál fyri KÍ í Formuladeildini.
Málið, sum Bjarni skeyt, var somuleiðis tað fyrsta, sum KÍ fekk í tí dystinum, har hann var árvakin og fangaði ein bólt í NSÍ-verjuni og síðan vísti sín kvikleika og rak fram við verjuspælarum og síðan smekkaði í kassan. Harvið var málturkurin av hjá bæði Bjarna og KÍ, sum vann hendan týðandi dystin 4-2.
– Vit hava eisini bíðað leingi, ljóðaði onkur av viðmerkingunum frá argandi viðspælarum í hópinum, sum tykist trívast væl saman, hóast úrslitini í ár hava verið rættiliga sveiggjandi.
So er spurningurin, um pendulið enn einaferð fer at sveiggjað tann skeiva vegin hjá KÍ, ella um armarnir eru komnir niðuraftur og kanónirnar innstillaðar rætt eftir flotta 4-2 sigurin á føroyameistarunum.




