Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klakksvíkar Hermetikk 1946-1966.: Virksemið hjá Kjølbro á Stongunum

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  22.02.2008 - 15:36 Eldri tíðindi

Longu í 1926 varð grundarlagið lagt fyri stórar útbyggingar á Stongum, har Kjølbro kom at savna mesta av sínum virksemi næstu 20 árini - eisini hermetikkvirkið

Eftir at Jógvan Kjølbro hevði keypt Gomlu Stengurnar í 1926, kemur verulig gongd á útbyggingar av virkseminum og størsti einstaki partur av virki hansara, kom at verða savnaður á hesum øki næstu 20 árini.

Henda útbygging kom at vera so mikið týdningarmikil, at bókin "Føroyar undir fríum handli 100 ár" sigur, at: "....Hesin handil hevur nú sín meginhandil og fyrisæti á Stongunum við deildum inni á Biskupsstøð, á Kósini v.m...."

Her kom at liggja væl fyri, tí útdjúpt var, so atløgubrúgvar kundu gerast hjá størri skipum at liggja. Her kundi farmur lættliga bæði verða landaður og fermdur.

Sum frálíður verður fiskaturkihús bygt, ísvirki, stórur handil við matvørum, fiskireiðskapi og -klæðum o.l., málingahandil, bensinavgreiðsla, skipaavgreiðsla hjá "Britons Pride" sum hevði fólka- og farmaflutning millum Tórshavn og eystursíðuna av Eysturoynni.

Fyrsta "Tjaldur" legði eisini at á Stongunum longu í 1929, seinni kom so saltgoymsla og sum endalig útbygging umleið 1960 heilsøla.

Eisini vóru víðfevnd fiskastykki knýtt at hesum øki og nakað omanfyri, kom so snotuligi og nýmótans skrivstovubygningurin í 1943.

Av størstu arbeiðsplássum í landinum
Norður úr øllum hesum virkisbygningum á Stongunum varð so avgjørt at byggja hermetikkvirkið umleið 20 ár eftir keypið av Gomlu Stongum. Hetta var í 1946. Klakksvíkar Hermetikk byrjaði virksemið í 1947.

Stengurnar gjørdust av størstu arbeiðsplássum í landinum, her uddi av virksemi, dygt samstarv var við bygdirnar á eystursíðuni av Eysturoynni, serliga Leirvík haðani útróðrarbátur avreiddu í Klaksvík, umframt at einir 30 útróðrarbátar tá hoyrdu til Klaksvík. Mong vóru skipini, sum sigldu til bretska marknaðin hiðani bæði undir og eftir krígsárunum.

Dygg menning

Um hesa tíðina tá Kjølbro keypti gomlu Stengurnar, er Klaksvík ein bygd við umleið 1.100 íbúgvum. Gongd kemur júst á í hesum árum, at seta motorar í bretsku sluppirnar, sum vóru keyptar til Føroya, men nú síggjast eisini onnur skipasløg. Her er talan um norsktbygdar sluppir og eftir, at roynt hevur verið við Íslandsstrendur, tekur Grønlandsfiskiskapurin seg upp í hesum árum, sum bæði krevur betri og størri skip.

Týðuliga sæst, hvussu nógv ferðin og menningin hevur verið. Manntalið í Klaksvík øtkist frá 1925 til 1930 við umleið 300 fólkum. Hetta kom av, at serstakliga væl var fyriskipað uppi á landi vinnuliga. Dugnaligir fiskimenn og skiparar fluttu tí higar til bygdina tá, summir bæði við fiskiskipi og pengum.

Ku. 3. partur
Viðmerkingar at seta á
keldu@post.olivant.fo
www.keldu.com


Keldur og Myndir:
Norðoya Fornminnissavn
Havið og vit 1. partur
Føroyar undir fríum
handli 100 ár
Onnur frásagnarfólk

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…