Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fleiri milliónir av árum?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.11.2025 - 07:30 Tíðindaskriv

Bókin Føroysk Mineral & Grótsløg tekur okkum aftur til søguna og inn í samansettu føroysku jarðfrøðina. Kom og lær eitt sindur um jarðfrøði, steinsløg og grót, tá høvundarnir tosa um arbeiðið aftanfyri útgávuna 15. novembur kl. 13 til Bókadagar.

 

 

Ert tú forvitin at vita, hvussu føroyska landslagið er uppbygt? Rivnu klettarnir, brøttu brekkurnar og litfagra grótið. Ella hvussu eru oyggjarnar blivnar so ymiskar í skapi og uppbygging? Á Bókadøgum fara Uni Árting, Barbara Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen, sum hava skrivað Føroysk Mineral & Grótsløg, at leggja fram arbeiðið til bókina og at greiða frá síni vitan um føroysku jarðfrøðina. Bókin er vísindalig, hevur nógvar myndir og gevur eina góða fatan av, hvussu føroyska náttúran er broytt við tíðini.

 

Um rithøvundarnar

Føroysk Mineral & Grótsløg er samstarv millum jarðfrøðingar og ein náttúrulandafrøðing, sum øll arbeiða við føroyska grótlandslagnum í gerandisdegnum.

Uni Árting er jarðfrøðingur og hevur í nærum 20 ár arbeitt á Jarðfeingi at kortleggja jarðfrøðina á landi og á sjógvi. Hann hevur gjøgnum árini samla saman sera nógv steinsløg og grótsløg, sum millum annað verða viðgjørd í bókini. 

Barbara Biskopstø Thorsteinsson er útbúgvin jarðfrøðingur og starvast við ymiskum jarðfrøðiligum viðurskiftum bæði á landi og á landgrunninum.

Lis Mortensen starvast um náttúrulandafrøðingur. Hon hevur arbeitt við ítøkiligu landafrøðini bæði í Føroyum og í arktiska økinum sum heild.

Lýsing
Seinastu tíðindini
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis
Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fl…
Bindifestivalu­rin á altjóða støði
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…