Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stuðulstiltøk í Føroyum varpa ljós á kristin armensk flóttafólk

SKRIVAÐ: Mission10forty  |  07.11.2025 - 09:35 Politikkur Tíðindaskriv

Í november mánaða koma fyrrverandi forsætisráðharri í Nagorno-Karabakh, Artak Beglaryan, og pianisturin Irina Hayrapetyan til Føroya

 

Tá verður høvi hjá almenninginum í Føroyum at hoyra klassiskan tónleik og persónligar søgar um lívið hjá armenskum kristnum flóttafólkum.

Í september 2023 rak Aserbadjan 120.000 kristnar armenar burtur úr Nagorno-Karabakh til Armenia. Fleiri av hesum armenum eru nú í einari sera truplari støðu, uttan bústað og arbeiði sum flóttar.

Nú verður so skipað fyri hesum tiltaki í Føroyum, har fólk hava møguleika at stuðla neyðhjálpararbeiðnum, ið fer til mat, vetrarhjálp, lívsgrundarlag og og sálarliga hjálp.

Tað er danski hjálparfelagsskapurin Mission10forty, ið skipar fyri tiltakinum. Leiðarin í Mission10Forty, Kim Hartzner, verður eisini við til tiltøkini í Føroyum.

Eisini luttekur føroyski fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale, sum í mars mánaði skipaði fyri ráðstevnu á Christiansborg um trygdarstøðuna hjá Armenia og støðuna við Nagorno-Karabakh.

Artak Beglaryan, sum sjálvur hevur upplivað ræðuleikarnar í sambandi við ófriðin í heimlandi sínum, sigur soleiðis:

– Vit mistu heim, kirkjur og hvíldarstøð hjá forfedrum okkara – men vit mistu ikki vónina. Tykkara stuðul kann hjálpa familjum at endurbyggja lív teirra, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin, sum fer at greiða frá egnum upplivingum í stríðnum í Armenia. 

 

Tiltøkini verða í døgunum 14.–16. november. 

 

Skrá:

Fríggjadag 14. november klokkan 19.30 — Varpið, Klaksvík

Leygardag 15. november klokkan 19.30— Lívdin, Tórshavn

Sunnudag 16. november klokkan 15.00 — Løkshøll, Runavík

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI