Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gittarframsýning í Varpinum í samband við Hjarnar heiðursløtu

SKRIVAÐ: Hjarnar  |  06.11.2025 - 23:31 Mentan Tíðindi

Aksel á Botni bleiv gandaður sum heilt lítil. Áhugin fyri gittarum er ongantíð dottin burtur, og støddin av samlingini hjá honum, er vaksin væl omanfyri 100 gittarar, og flest allir eru av merkinum Høffner. Í Varpinum verður møguligt at síggja ein part av stóru samlingini hjá Aksel.

Abbin royndi at tosa honum frá at klintra upp á lofti har hoyggi lág. Men Aksel treiskaðist, og komin upp, sá hann ein gamlan gittara undir hoynum. Hann bleiv gandaður!

Líka síðani hendan dagin fyri nógvum árum síðani, hevur Aksel samlað upp á gittarar. Gittarin, sum hann fann uppi á loftinum, var elli gamal. Sannlíkt var hesin gittarin frá einarferð í 1870-unum.

Hugurin til gittarar er enn í dag stórur, og fleiri av gittarunum verða kjúklaðir um við størstu virðing.

Ein av serligu gittarunum hjá Akseli, er fyrsta gittarin hjá Ova Joensen, sála. Hendan gittarin hevur Aksel pussað upp og gjørt í besta stand og eigur enn í dag. Hetta var eisini fyrsti Høffner gittari í samlingini.

Hann vil ikki hoyra talan um annars kendu merkini so sum Fender ella Gibson. Samlingin er sera áhugaverd, og í samband við heiðranina av Hjarnar, verður framsýning í Varpinum bæði fríggjadagin og leygardagin.

Møguleiki verður at síggja ein part av mongu gittarunum áðrenn og eftir konsertina.

Aksel á Botni móttók heiðurin “Ársins Átak í føroyskum tónleiki 2017”, vegna stigtakararnar av Gittarting.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni