Lýsing
Lýsing
Lýsing

EINGIN KANN GERA TAÐ PERFEKTA - í Fuglafirði og í Klaksvík

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.03.2008 - 14:52 Eldri tíðindi

Filmurin hjá Katrini Ottarsdóttur 'EINGIN KANN GERA TAÐ PERFEKTA' um myndahøggaran Hans Paula Olsen verður í næstum sýndur í Fuglafirði, í Klaksvík – og seinni í Suðuroynni.

Eftir 4 vælvitjaðar sýningar í Sjónleikarhúsinum í Havn í farnu viku verður eykasýning týskvøldið 4. mars, og síðani fer filmurin ein túr norðureftir – til Fuglafjarðar og Klaksvíkar.
Og tá hann hevur verið norðanfyri, fer hann hin vegin - til Suðuroyar.

Filmurin hevur fingið sera góð ummæli, bæði her í Føroyum og í Danmark.

Nýggjasta ummælið stóð í Dimmalætting 27. februar, har Gudmund H. Nielsen skrivar, at hóast onkur lýti, so "verður ein (áskoðarin, red.) skjótt sogin inn í frásøguna", og sum heild heldur hann, at filmurin er ein sera positivur, inspireraður og inspirerandi dokumentarfilmur um ein sera dámligan listamann.


Komandi sýningarnar av filminum eru:

TÍÐ STAÐ
Týskvøldið 4. mars kl. 20 Sjónleikarhúsið í Havn
Atgongumerki á Kunningarstovuni, tlf. 302425
ella í Sjónleikarhúsinum, tlf. 281131.

Fríggjakvøldið 7. mars kl. 20 Mentanarhúsið í Fuglafirði
Atgongumerki við dyrnar.

Mánakvøldið 10. mars kl. 20 Leikalund í Klaksvík
Týskvøldið 11. mars kl. 20 Leikalund í Klaksvík
Mikukvøldið 12. mars kl. 20 Leikalund í Klaksvík
Atgongumerki í Leikalund, tlf. 457151.



KLIPP úr UMMÆLUM

Í Dimmalætting 27. februar 2008 heldur Gudmund H. Nielsen, at filmurin er ein sera positivur, inspireraður og inspirerandi dokumentarfilmur um ein sera dámligan listamann.

Í Sosialinum 5. februar 2008 skrivar Pætur Marjunarson Dahl:
"Hans Pauli Olsen er listamaður við stórum L (…) og júst hesa sannroynd eydnast tað Katrini Ottasrdóttir at lýsa til fulnar. (…) Tað er ein sonn fragd at hoyra og síggja Hans Paula Olsen forklára sítt meginparadoks sum listamaður. (…) Við 'Eingin kann gera tað perfekta' markerar Katrin Ottarsdóttir seg enn einaferð sum eitt av oddafólkunum innan føroyska filmsheimin"

Í Politiken 27. januar 2008 skrivar Dorte Hygum Sørensen:
"Uopstyltet og konkret fortæller Hans Pauli Olsen om sit arbejde (...) Fra han begynder at tegne skulpturen op på papir, til den står færdig på Charlottenborg, har Ottarsdóttirs fotografering smukt fat i materialernes forskellige stoflighed og Hans Pauli Olsens arbejde med dem."

Á ON-Z.dk 1. februar 2008 skrivar Thomas Pederesen:
"Nordatlantiske Biodage skydes godt igang med filmen Ingen kan lave det perfekte. (...) Vi er konstant omgivet af byster, torsoer, menneskeskulpturer, studietegninger og glæden ved at skabe disse næsten perfekte spejlinger af mennesket. (...) Måske kan ingen lave det perfekte, sådan som filmens titel hævder, men for nærværende anmelder at betragte kommer Hans Paulis udtryksfulde skulpturer af mennesker ganske tæt på." Les alt ummælið her.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026