Lýsing
Lýsing
Lýsing

ÍDNI letur upp dyrnar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  25.04.2008 - 12:05 Eldri tíðindi

Í morgin kl. 10 letur nýgga snotiliga timbur- og byggibúðin hjá ÍDNI upp dyrnar fyri fyrstu ferð

Ætlanin var at opnað tann 9. mars, men eldsbruni foraði fyri hesum.

Hetta hevur sjálvandi seinkað arbeiðinum siga eigararnir.

- Eldurin var bara í sjálvari timburhøllini og hóast roykur og hiti gjørdu nógv um seg so sloppu vit samanumtikið væl.

- Alt húsið er reinsað og síðani vaskað og nú eru vit so klárir at lata amboðsdeildina upp.

- Timburhøllin er ikki liðug umvæld og verður ikki tøk fyrr enn í summar.

- Hóast hetta so hava vit nógv timbur o.a. á goymslu og kunnu skaffa alt tað sum hoyrir einum timurhandli til.

- Við okkum fáa fólk møguleika at velja millum tveir timburhandlar í Klaksvík og kemur hetta uttan iva at betra um tænastustøði hjá viðskiftafólkunum.

- Umframt øll vanlig amboð kemur amboðsdeildin eisini at bjóða fram vælumtøktu SIGMA málingina.


Eigararnir í P/F ÍDNI eru: Jóhann Samuelsen, Sjúrður Sjúrðaberg, Jóannes E. Joensen og Jóannes Poulsen. 

ÍDNI var upprunaliga ein smiðja og ætlanin var at byggja ein nýggjan smiðjubygning, men av tí at so nógvar smiðjir nú vóru í Klaksvík, varð avgjørt at royna aðrar leiðir og var mett at ein timburhandil var hóskandi, siga eigararnir, sum leygarmorgunin bjóða fólki inn á gólvið at síggja nýggja handilin.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…