Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt búmerki til Barnabata

SKRIVAÐ: (Hannefía Joensen)  |  20.06.2008 - 11:12 Eldri tíðindi

Síðan fyrst í 1980unum hevur kenda búmerkið hjá Save the Children Alliance verið grafiska ímyndin av Barnabata. Men nú hevur felagsskapurin fingið sítt egna búmerki.

Nýggja búmerkið hjá Barnabata er sniðgivið av Sendistovuni. Búmerkið nýtir einfalda og vælkenda
Hjartasúmbolið, ið hóskar sera væl saman við búmerki hjá líknandi felagsskapum sum Barnabata, t.d. save the Children og Reyða Krossi.

Sniðið er vinarligt og opið, og við at skilja orðið í tvey, verður týdningurin greiðari. Ljósareyði magentaliturin er við at gera búmerkið eitt sindur popput, so at tað hóskar væl til børn og ung.

Barnabati gjørdist í 1982 limur í barnaverndarfelagsskapinum Save the Children Alliance og fekk sostatt búmerkið hjá felagsskapinum. Í 2002 høvdu bygnaðarbroytingarnar í Save the Children við sær, at einans sjálvstøðug lond kundu vera limir. Barnabati hevur síðan stovnanina í 1980 verið sjálvstøðugur felagsskapur og ynskti ikki at gerast ein lokaldeild hjá Red Barnet í Danmark. Tí varð limaskapurin hjá Barnabata í Save the Children Alliance strikaður. Sostatt hevur Barnabati ikki havt nakað búmerki seinastu seks árini.

Hóast grafiski samleikin og limaskapurin eru broyttir, er Barnabati enn sami felagsskapur, ið virkar fyri somu søk: at bøta um umstøðurnar hjá børnum og ungum.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja