Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagin eru veruleiki

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.04.2024 - 22:11 Ítrottur Tíðindi

Katastrofala byrjanin hjá KÍ uppá kappingárárið 2024 heldur fram.

(Dystarfrásøgn) KÍ spældi í 4-4-2 leikskipanini, har Jákup B. Andreasen var aftur á miðvøllinum. Bæði KÍ og HB manglaðu nógvar leikarar, men HB byrjaði tó við væl fleiri óroyndum leikarum (Ási P. Dam, Dávid Reynheim, Ejvind R. Mouritsen og Leivur Guttesen) enn KÍ gjørdi (Jákup N. Vilhelmsen).

 


HB var omaná í fyrra hálvleiki

Í fyrra hálvleiki kom HB á odda í teirra fyrsta álopi, tá vælspælt álop endaði við, at Mathias Voss skoraði. Áðrenn hálvleik var tað Mikkel Dahl sum økti til 2-0.

 


Javnari seinni hálvleikur

Í seinna hálvleiki byrjaði KÍ betri og spældi við størri orku. Tað gav eisini eitt heppið sjálvmál av HB, men stórar málmøguleikar komu ikki burturúr og vælspælandi trýmansmiðverjan hjá HB hevði nærum ongar trupulleikar av KÍ hóttanunum. Hanus Sørensen økti til 3-1 í 70. minutti eftir stórt málverjumistak frá danska KÍ-málverjanum Mark F. Jensen. Í 93. minutti minkaði Páll A. Klettskarð um munin eitt sindur burturúr ongum og so royndi KÍ at trýsta, men tað síðsta manglaði.

 


Ein katastrofal byrjan hjá KÍ

Sostatt skriva vit 24. apríl og KÍ hevur tapt stórsteypadystin, úti av kappingini um løgmanssteypið og næstan úti av FM-stríðnum í einum kappingarárið, har greiða útmeldingin frá høvuðsvenjaranum var at vinna ’’the treble’’. KÍ hevur tapt tríggjar av trimum dystum móti HB, sum annars ikki hevur vunnið móti KÍ í vanligari leiktíð í týdningarmiklum dysti síðani 2019.

 


Ávaringarlampurnar hava blinkað leingi

Norðlýsið hevur í sínum dystarfrásagnum í ár havt fleiri kritiskar dystarfrágreiðingar av tí orsøk, at tað hevur sæð so illa út á so nógvum økjum. Ávaringarlampurnar hava leingi blinkað, tí leikligu avrikini hava verið vánalig nærum hvørjaferð KÍ hevur møtt einum topp 4 liði, og tað er endað við fýra tapum av fýra møguligum. Afturat tí var KÍ bara marginalar frá at seta stig til móti bæði NSÍ og Skála. KÍ hevur uttan iva eina góða dystarætlan til hvønn dyst, men tað er sera torført at fáa eyga á, hvør hon er í mongum dystum. Spælararnir tykjast ofta ráðaleysir og góðar loysnir fram eftir vøllinum tykjast truplar at finna, meðan málini rapla inn (11 í fimm dystum móti HB, B36 og NSÍ). Mentala og kropsliga yvirskotið tykist eisini mangla, tí KÍ megnar ikki at seta mótstøðuliðini undir trýst, sum vit hava sæð undanfarnu ár. Tað ber heldur ikki til at krógva seg aftanfyri skaðarnar, tí hetta er stórt sæð hópurin, sum byrjaði fyrireikingarnar á venjingarleguni í Portugal og hevur spælt síðani við nøkrum skaðum, sum nærum øll hini liðini eisini hava.

 


Stórt trýst á Haakon Lunov

Tá tað gongur so illa hjá einum so sigursvandum liði, sum er í serstøðu fíggjarliga eftir góða kappingarárið 2023, so venda eyguni sjálvandi móti venjaranum Haakon Lunov. Longu tá hann bleiv settur vóru stór spurnartekin sett við valið, tí talan var um ein óroyndan venjara, sum einans hevði roynt seg sum høvuðsvenjara í trið- og fjórðbestu deildini í Norra. Spurnarteknini eru bara blivin fleiri, sum tíðin er gingin. Nú er so spurningurin, um KÍ-leiðslan velur at handla ella um venjarin hevur fullan stuðul. Einasta kapping sum KÍ hevur eftir at spæla fyri, um einki markant broytist í landskappingini, eru altjóða kappingarnar í summar og tær byrja um tveir-tríggjar mánaðar. Nú skal KÍ taka støðu til, hvør skal standa á odda fyri liðnum til m.a. altjóða dystirnar, sum hava sera stóran týdning fyri KÍ. Ein óvand støða fyri KÍ, sum stórt sæð bara hevur havt viðgongd síðani 2021.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping