Lýsing
Lýsing
Lýsing

Handilsskúlin bjóðar ungum lívligt kunningarkvøld

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.03.2009 - 14:36 Eldri tíðindi

At velja sær miðnámsskúla er eitt av lívsins stóru valum - men tað ber væl til at hugna sær, meðan ein hugsar seg um!

Tí bjóðar Føroya Handilsskúli á Kambsdali til kunningarkvøld við lívi í. Við góðum tónleiki, hugleiðingum um lívsval, og sjálvandi práti við næmingar og lærarar á skúlanum. Hóskvøldið er ætlað øllum, sum ætla sær á miðnámsskúla í summar.

Hóskvøldið 5. mars eru øll, sum ætla sær eina miðnámsútbúgving, sera vælkomin á gátt á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Tá verður høvi at forvitnast um útbúgvingarnar, skúlin bjóðar, og at práta við núverandi næmingar og lærarar um, hvussu tað er at ganga í skúla her.
Handilsskúlin ásannar, at tann miðnámsskúlin, ein velur, er ein stórur partur av lívsins viðføri. Tí eru tvey fólk boðin at hugleiða um lívsval, ungdóm og útbúgving. Hesi eru Solby Eliasen, journalistur og fyrrverandi handilsskúlanæmingur, og Theodor Olsen, prestur.
Á skránni er sjálvandi eisini góður tónleikur. Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson fara at spæla nøkur løg og kvøldið endar við, at Boys in a Band fara á pallin.
Dyrnar lata upp klokkan 18 og tónleikur og hugleiðingar verða á skránni millum 19 og 21
Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari