Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Espen Haug er royndari venjari

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  30.04.2024 - 10:41 Ítrottur Tíðindi

Venjarin sum fyribils skal standa á odda fyri KÍ-liðnum hevur nógv fleiri venjararoyndir enn Haakon Lunov.

48 ára gamli Espen Haug hevur verið høvuðsvenjari á hvørjum ári síðani 2008 við undantaki av 2017. Hann hevur vant lið í trið- og fjórðbestu norsku deildini umframt eitt ár í næstbestu norsku deildini. Hann hevur sostatt nógv fleiri royndir sum høvuðsvenjari enn Haakon Lunov, sum hevði trý kappingarár sum høvuðsvenjari, sum vóru í trið- og fjórðbestu norsku deildini. Sum leikari er hann skrásettur fyri 61 dystir í næstbestu norsku deildini og 9 dystir í bestu norsku deildini.

Talan hevur verið um sera støðugan venjara. Tí øll hesi árini hevur hann bara vant tvey feløg. Raufoss frá 2008-2016 og Gjøvik-Lyn frá 2018-2023. Tað er tó greitt, at Espen Haug ikki verður høvuðsvenjari hjá KÍ, tí hann hevur ikki A-venjaraútbúgvingina, sum er eitt krav.

Hyggja vit eftir leikskipanum, so finnast bara upplýsingar á Transfermarkt frá 2021-2023. Útfrá tí, so hevur hann spælt ymiskar leikskipanir, men næstan altíð við fýra í bakketuni. Mest brúktu leikskipanirnar hava verið 4-4-1-1, 4-2-3-1, 4-3-3 og 4-5-1.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig
Tá fólk ikki fáa møtt til arbeiðis vegna…
VIT SKULU HAVA EINA ORDILIGA LØNARHÆKKAN
SNAKK, SNAKK, SNAKK, GAKK, GAKK, GAKK -…
Stýrir Sambands­flokku­rin í veruleika­num…
Espen Haug verður nýggjur høvuðsvenjari…
Fríggja­dagin kom út verkið Tættir og tei…
Svenskur verjuleikari til KÍ
Nýggj bók – Saman um samkomuna
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Lýsing