Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj bók – Saman um samkomuna

SKRIVAÐ: Leirkerið  |  19.05.2024 - 19:44 Tíðindaskriv Tíðindi

„Saman um samkomuna“ er nýggj bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hildið síðstu mongu árini, hann hevur vitjað heima í Føroyum. Talurnar eru settar upp í stutt brot, og bókin hóskar væl, bæði sum andaktsbók og handbók at sláa upp í. Tað er Jógvan Júst Rasmussen, sum hevur skipað og sett telurnar saman.

„Saman um samkomuna“ er seinna bókin av hesum slag. Fyrra bókin eitur "Orð úr orðinum" og er ein samanskriving av fleiri av teimum talum, ið Óli á Grømma hevur hildið, tá ið hann hevur verið í Føroyum.

Seinna bókin eitur "Saman um samkomuna". Hendan bókin hugsavnar seg mest um talur, ið Óli á Grømma hevur hildið í Føroyum, har tænasta í samkomuni er í miðdepilinum.

BROT ÚR BÓKINI, JÓGVAN JÚST RASMUSSEN SKRIVAR:

Bókin, sum tú heldur í hondini, er sett saman av talum, sum allar viðgera týdningin av umsorgan okkara fyri samkomum Harr­ans. Harrin hevur knýtt Seg at samkomu Síni; og tænasta okkara, hvør hon enn er, má altíð endurspegla hetta. Bókin er í fimm pørtum.

Fyrsti partur ber heitið „Vælferð samkomunnar“. Í hes­um part­in­um verður hugt at, hvussu samkoman er sett sam­an, hvussu hon er skipað og at enda, hvussu hon er stýrd.

Annar partur ber heitið „Skriv sent til ein á vígvøllinum“. Hetta eru talur, sum eru bygdar á Titusbrævið.

Triði partur ber heitið „Skriv sent frá einum á vígvøllinum“. Hetta eru talur, sum eru bygdar á Seinna Timoteusbræv.

Fjórði partur ber heitið „Vápn samkomunnar“. Hetta eru talur um herklæðini í Efesusbrævinum sætta kapitli.

Í fimta og seinasta parti eru einstakar talur, sum allar snúgva seg um tænastuna.

Bókin kostar kr. 250, og er at fáa í bókhandlum kring landið.

Hon kann eisini keypast á heimasíðuni hjá Leirkerinum www.leirkerid.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið