Lýsing
Lýsing
Lýsing
Forkvinnan í Mentanarnevndini, Jóhanna Christiansen heiðraði Straight Ahead við gyltari plátu og blómum | Mynd: Dávur Winther

Straight Ahead heiðraðir

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  19.05.2024 - 13:10 Mentan Myndarøð Tíðindi

Enn ein konsert var við Straight Ahead í gjárkvøldið, har forkvinnan í Mentanarnevndini, Jóhanna Christiansen heiðraði teimum við gyltari plátu og blómum.

Varpið var enn einaferð fullsett til eina frálíka konsert. Undan konsertini kundu fólk síggja áhugaverdu 70-ara framsýningina í kjallaranum.

Rani Nolsøe greiddi frá og í erva hevði Rudolf eisini eitt prát við Straight Ahead´arnar, Archibald, Hera, Agnar og Jørgin.

Nógv fólk, sum sagt, og nógv prát. Hanus Hansen var sjálvandi eisini við og nýttið høvið at heilsa uppá Jørgin. Kennir tú meg, spyr Hanus – NEI… Men handa mannin kenni eg, segði Jørgin og peikað uppá mannin, sum stóð undir liðini á Hanus, røktinharmannin hjá Hanus, Heini Ósá! Og so var látur har eftir!

Ein frálík konsert – eisini við ungum spírum, sum standa klárir at taka við, sum Jóhanna Christiansen tók til í røðu síni.

Tá ið heiðranin var um at verða liðug, troppaði Edvard Ziska upp, ið var hin frægi trummuspælarin, sangarin og spældi enntá uppá trompet í bólkinum.

Hetta fegnaðust hinir menninir í Straight Ahead um. Hann kom eisini uppá á pallin eg fekk gyltu plátuna, sum hinir spælifelagarnir vórðu heiðraðir við. Hetta var til stóran sóma fyri teir allar og fjøldina alla, ið gav teimum øllum eina stóra klappsalvu.

Hetta var ein sonn gleðisstund!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…