Lýsing
Lýsing
Lýsing

Espen Haug verður nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.05.2024 - 13:19 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið skilir, at KÍ hevur tikið avgerð um, hvør skal verða nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ.

Síðstu vikurnar hevur 48 ára gamli Espen Haug, sum frammanundan var hjálparvenjari, verið fyribils venjari hjá KÍ. Tað hevur gingið framá ímun til úrslitini frammanundan, men enn er grundarlagið tunt við einans trimum dystum.

Og nú tykist greitt, at Espen Haug verður høvuðsvenjari hjá KÍ framyvir. Hann hevur ikki lokna A-venjaraútgbúgving, hóast hann byrjaði uppá hesa fyri nøkrum árum síðani og hevur starvast sum høvuðsvenjari í Norra í 16 ár.

Nú arbeiðir KÍ sum skilst við at finna eina loysn, har Espen Haug fær m.a. gjørt sína venjaraútbúgving lidna innan stutta tíð, men í síðsta enda er tað avgerandi, at FSF góðtekur loysnina hjá KÍ. Og tá tað ljóðar, at Espen verður fastur høvuðsvenjari, so man KÍ hava fingið grønt ljós frá FSF fyri sínari loysn. Men ein annar møguleiki er, at venjaratoymið økist við einum venjara, sum hevur A-venjaraútbúgvingina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…