Lýsing
Lýsing
Lýsing

Størri nøgdir til endurvinningar í 2023

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.04.2024 - 14:25 Tíðindaskriv

IRF hevur havt aðalfund í dag, og ársúrslitið fyri 2023 er 45 tkr. í avlopi. Burturkastnøgdirnar eru øktar nakað í 2023, men í mun til miðaltalið fyri seinastu fimm árini liggja burturkastnøgdirnar undir miðal. Vit senda alsamt meira burturkast av landinum til endurvinningar, men søluprísirnir fyri hesar burturkastbólkarnar eru lækkaðir munandi.

 

Í 2023 tók IRF ímóti 40.298 tonsum av burturkasti. Av hesum vórðu 57,1 % brend, 33,5 % fóru til endurvinningar, og 9,4 % vórðu tyrvd.

 

Tepurt avlop í 2023

Rakstrarúrslitið fyri 2023 er 45 tkr. í avlopi. Í rakstrarætlanini er roknað við 105 tkr. í avlopi. Sostatt er úrslitið á leið tað, sum roknað var við.

Seinastu tvey árini er kostnaðarstøðið hækkað munandi kring allan heimin, og inflatiónin hevur verið methøg. Inflatiónsvøksturin er ikki so stórur í løtuni, og útlit eru fyri, at rentan fer at lækka seinni í 2024.

Hækkaða kostnaðarstøðið merkist væl hjá IRF, og tað sæst millum annað í lønar- og rentuhækkanum, umframt prísvøkstri á vørum og tænastum.

Inntøkurnar í 2023 eru 1,1 mió. kr. størri enn mett, annar uttanhýsis kostnaður er 1,7 mió. kr. minni, og starvsfólkakostnaður er 161 tkr. størri enn mett frammanundan. Í 2023 gjørdi IRF íløgur fyri tilsamans 18,6 mió. kr.

Bruttoúrslitið fyri 2023 gjørdist 70,2 mió. kr., sum er 4,7 mió. kr. betri enn í 2022. Fíggjarstøðan javnvigar við 311 mió. kr. í 2023 í mun til 304 mió. kr. í 2022.

Vit senda støðugt meira av landinum til endurvinningar

IRF sendir nógvar ymiskar burturkastbólkar av landinum til endurvinningar. Samlaði útflutningurin í 2023 var 7.819 tons, sum er 8,9 % meiri enn í 2022. Vøkstur var í nærum øllum endurvinningarbólkunum hjá IRF í 2023. IRF er ment nógv seinastu árini, serliga tá ið tað snýr seg um plastendurvinning. Sum dømi kunnu vit nevna, at vit í 2023 sendu størri nøgdir av trolum, stórsekkjum, graslíkisvøllum og bleytum vøruplasti til endurvinningar enn í 2022.

Hóast meira varð sent av landinum til endurvinningar í 2023 enn í 2022, vóru søluprísirnir í 2023 munandi verri, og tí gav endurvinningarskipanin eitt munandi minni avlop í 2023 enn í 2022.

 

Tað gongur spakuliga rætta vegin

Samanumtikið vísa nýggjasta hagtølini hjá IRF, at tað spakuliga gongur rætta vegin á burturkastøkinum í Føroyum. IRF hevur sett sær sum langtíðarmál at endurvinna 50%, brenna 47% og tyrva 3% av burturkastinum í 2030. Skulu hesi málini røkkast, skulu munagóð átøk gerast næstu seks árini.

Ársfrásøgnin fyri 2023 kann lesast her.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig
Tá fólk ikki fáa møtt til arbeiðis vegna…
VIT SKULU HAVA EINA ORDILIGA LØNARHÆKKAN
SNAKK, SNAKK, SNAKK, GAKK, GAKK, GAKK -…
Stýrir Sambands­flokku­rin í veruleika­num…
Espen Haug verður nýggjur høvuðsvenjari…
Fríggja­dagin kom út verkið Tættir og tei…
Svenskur verjuleikari til KÍ
Nýggj bók – Saman um samkomuna
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Lýsing