Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mangt broytist á mansins ævi. Sera sigandi vísir Høgni Hoydal, landsstýrismaður, her til Troels Lund Poulsen, danskan verjumálaráðharra, sum var veruligi verturin fyri norðurlendska verjufundinum í Føroyum | Mynd: kvf.fo

Spæla fólk í húsi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.05.2024 - 09:34 Leiðarin Politikkur

Tað er hugvekjandi, og fyri ein loysingarsinnaðan eisini hugstoytt at eygleiða, hvussu illa tann áður so stolti loysingarvongurin í føroyskum politikki er farin. Har loysingarkempur áður bardust manniliga ímóti bæði, at føroyingar bert skuldu vera tegnar undirgivnir donsku krúnuni, og ímóti fremmandum hervaldi, eru vit í dag vitni til, at leiðarin í Tjóðveldi Danmarks vegna (!) er vertur fyri norðurlendskan verjumálaráðharra-fund.

 

 

Fyri bara tveimum árum síðani leikaðu Framsókn og Tjóðveldi saman við Javnaðarflokkinum annars í um, at málið um ein NATO-radara á Sornfelli ikki varð lagt fyri Løgtingið. Flokkarnir kundu als ikki góðtóka premissina um, at málið var í trúnaði, og løgdu Ruth Vang, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen uppskot til samtyktar um at fáa málið á tingborð. Opinleiki skuldi vera. Nú Danmark er vertur fyri NORDEFCO, og Framsókn og Tjóðveldi spæla fólk í húsi, verður brádliga blint góðtikið, at útlendingar sláa tónan ann, og ongin av teimum trimum flokkunum setir nakað krav fram um, at Løgtingið skal góðkenna tað.

Og tað er kanska ikki so løgið, tí visiónin var longu undirskrivað frammanundan – ikki av føroyingum, men av verjumálaráðharrunum í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi, og lá á heimasíðuni hjá danska Forsvarsministeriet 29. apríl. Dagin eftir sleppa Mininnguaq Kleist og Høgni Hoydal so at seta sína undirskrift á, at teir “fully support NATO’s operational planning” og at ætlanin skal “strengthen the deterrence and defence of NATO”.

Vit, fólkið í Føroyum, og fólkavalda Løgtingið í Føroyum, eru ongantíð spurd eftir um hetta. Tvørturímóti hevur Føroya Løgting fleiri ferðir samtykt, at Føroyar skulu halda seg uttanveltaðar. Danska stjórnin hevur fleiri ferðir trýst á fyri at fáa okkum at slaka, og nú í 2024 eydnaðist tað so. Júst sum undir kalda krígnum, tá vit sum fólk hvørki vórðu kunnað ella eftirspurd, men har eitt landsstýrisfólk bara nikkaði og góðtók.

Tað er øgiliga undranarvert, at so stórur munur skal vera á. At tað eitt valskeið als ikki kann góðtakast, at avtalur um radaran kunnu gerast uttan um Løgtingið, meðan tey somu fólkini næsta valskeiðið glaðbeint leggja Føroyar opnar fyri fundum fyri útlendskar verjumálaráðharrar og orða verjusemjur við teir uttan um Løgtingið.

Ikki tí. Løgmaður og Landsstýrið vita sjálvandi sum er. Tað er flunkandi líka mikið fyri Danmark og hini, hvat føroyska fólkið vil ella heldur; vit høvdu kortini ongantíð sloppið at havt eina aðra meining enn ta hjá danska Forsvarsministeriet um at stuðla NATO. Tað varð eisini avgjørt framman undan fundinum, at tað skuldi vera úrslitið. Men fyri tað er tað ongin, sum sigur, at teir skulu stilla upp til ein glantrileik, har teir stóru í Norðurlondum “for syns skyld” spæla, at Føroyar og Grønland verða tikin við upp á ráð. Tað er nokkso pínligt.  

Tað hevði ikki nakrantíð komið komið upp á tal, at loysingarhetjan Erlendur Patursson læt danska verjumálaráðharran brúka Tinganes sum sýnisglugga fyri eini undirskriving av eini avtalu, ið varð gjørd uttan um Føroya fólk og uttan um Føroya Løgting. Og so als ikki eini semju, sum legði okkum opin fyri eini hernaðarsamgongu.

At tað ber til í dag, fortelur tíverri nógv um, hvussu nógv loysingarrørslan ikki bert er viknað, men eisini bakkað, fyri fremmandum valdi yvir Føroyum. Aldrin síðani amtsstøðuna man fremmant vald hava havt so frítt spæl sum júst nú. Ella loysingin so lítið at siga sum nú.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast
Seir á Klaksvík
Vinnulig frambrot undir hesi samgonguni
Magni Højgaard nýggjur limur í Etiska rá…
Eyðun Nolsøe spælir hittini á Summar Fes…
Líggjas nýtt føroyskt juniormet í 200 fr…
Byggja undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna?
Súkkli í egnum landi
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið