Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framferðin hjá kanningarstjóra kann ikki góðtakast

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.12.2017 - 12:50 Leiðarin Tíðindi

Tað er einki minni enn ein skandala at kanningarstjóri, sum Føroya Løgting hevur sett at kanna embætisførsluna hjá Løgmanni og einum landstýrismanni, avhoyrir embætisfólk loyniliga og beinleiðis krógvar hetta fyri løgtinginum og almenninginum.

Almenningurin verður kunnaður um hetta eina viku aftaná at avhoyringarnar eru gjørdar. Og nú sigur kanningarstjórin, at hon hevur biði fiskimálaráði um eina frágreiðing um hví avhoyringarnar skullu verða loyniligar - og eina viku aftaná at avhoyringar eru framdar hevur hon framvegis ikki fingið nakra grundgeving frá fiskimálaráðnum??
Einasta grundgeving kanningarstjórin hjá løgtinginum hevur fyri ikki at geva miðlum og almenninginum innlit í avhoyringarnar er - at hon noyðist at rætta seg eftir tí sum fiskimálaráðið sigur?

Tað kann als ikki góðtakast at sami stovnur sum løgtingi vil hava kannaðaðan sleppur at avgera hvussu kanningarstjórin hjá løgtinginum arbeiðir.

Framferðin hjá fiskimálaráðnum og kanningarstjóranum er suspekt og líti álitisvekjandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…
- Høllin hjá KJ í Klaksvík er nógv umbið…
Arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai
- KG verður ein kollvelting í Klaksvík
Møguliga Kalsoyar­tunnil beint eftir Suðu…
- Nema veitur KT-trygd, telefoni og skip…
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld
Please Visit Responsibly – nýtt átak hjá…
EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið vi…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…