Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gávukortið hjá Handilsfelagnum selir væl

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.12.2017 - 15:26 Mentan Tíðindi Vinna

Í dag vitjaði Norðlýsið á Norðoya Kunningarstovu at frætta hvussu gongur við nýggja gávukortinum hjá Klaksvíkar Handilsfelag, sum bert hevur verið til sølu í fáar dagar.

Fríðbjørg Pétursdóttir Justensen sigur, at faktiskt hevur gávukortið gingið sum heitt breyð. Eg haldi at tað hevur verið sera væl móttikið og vit hava longu nú selt nógv gávukort.

Søren Z. Jacobsen frá Klaksvíkar Handilsfelag sigur, at tað hevur verið ein tungur burður at fáa hetta gávukortið á marknaðin. Vit hava arbeitt við hesum digitala gávukortinum í samfull tvey ár, og hetta hevur kosta felagnum nógvan pening, men nú er tað so komið á marknaðin og eg haldi at tað er alneyðugt at handlar í Klaksvík hava eina slíka tænastu til viðskiftafólkið.

Ikki tí, vit hava havt gávukort í nógv ár, men fyrimunurin við hesum digitala kortinum er, at nú kunnu viðskiftafólk brúka kortið í øllum handlunum, sum eru limir í felagnum. lkki er neyðugt at brúka allan peningin á kortinum á sama stað og kortið heldur sjálvt skil á hvussu nógv er eftir á tí.

Fyri handlarnar, ið eru í hesi skipani hevur kortið eisini stórar fyrimunir, við tað at umsitingin av tí er lítil og eingin, sigur Søren Z. Jacobsen at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja