Lýsing
Lýsing
Lýsing

Somu feløg taptu lutakastið um 14. heimadystin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.12.2017 - 22:15 Ítrottur Tíðindi

KÍ, B36, NSÍ og HB skulu aftur næsta ár spæla 14 útidystir og 13 heimadystir. Tey ''taptu'' eisini lutakastið í fjør.

 
 

Fsf.fo skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya tók sær av lutakastinum, tá finnast skuldi fram til, hvussu fremsta deildin hjá monnum skal spælast komandi kappingarár, sum fer av bakkastokki sunnudagin 11. mars 2018.

 

Tað er eitt lítið sindur av einum putlispæli, ið skal ganga upp, tá kappingin skal skipast, og tað er eisini ein avbjóðing, at tey tíggju liðini skulu spæla tríggjar ferðir móti hvør øðrum. Hetta hevur millum annað við sær, at nøkur lið fáa 14 heimadystir, meðan nøkur fáa 13 heimadystir.

 

Umframt at finna fram til, hvørji lið skulu spæla fjúrtan ferðir á heimavølli, verður í sendingini eisini kunngjørt, hvussu liðini møtast í fyrsta umfari. Og tað er ikki frítt, at lagt verður fyri við onkrum braki – kanska serliga í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja