Lýsing
Lýsing
Lýsing

Einki umboð fyri høvuðsstaðarpressuna til staðar í Føroya Rætti

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  19.12.2017 - 16:17 Politikkur Tíðindi

Í morgun var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, avhoyrdur í hølunum hjá Føroya Rætti, av kanningarstjóra, sum løgtingið setti at kannað ólógligu flytingarnar av veiðuloyvum frá línuskip til uppisjóvar skip.

Hóast kanningarstjórin hevði latið dyrnar upp fyri almenninginum, var Norðlýsið einasti fjølmiðil, sum var til staðar undir avhoyringunum. Avhoyringarnar av Høgna Hoydal vardu í næstan hálvan fimta tíma, og tá uml. hálvur annar tími var eftir av avhoyringini kom loksins ein sjournalistur frá almenna útvarpinum.

Okkurt nýtt og heldur óvantað kom fram undir avhoyringunum, m.a. at landsstýrismaðurin fekk ávaringar um at støðan við ólógliga fluttu veiðuloyvunum kundi uppstanda og at upprit fyrilág, ið gjørdi greitt at býti av svartkjafti, sum landstýrismaðurin lýsti við kunngerð, gekk beint ímóti niðurstøðu hjá løgtingsins umboðsmanni og var eisini í andsøgn til fráboðaða politikkin hjá landsstýrinum.

Kanningarstjórin, Kristina Samuelsen, hevði sett Finn Ougaard at sette spurningarnar í rættinum í dag. Umframt landstýrismannin í Fiskivinnumálum, Høgna hoydal, vóru eisini Anna Dam, adv. umboðandi Høgna Hoydal og Jens Andrias Vinther, adv. umboðandi Aksel V. Johannesen, Løgmann, í rættarhølinum.

Meira um avhoyringina í Føroyarætti seinri í kvøld

Lýsing
Seinastu tíðindini
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…
- Høllin hjá KJ í Klaksvík er nógv umbið…
Arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai
- KG verður ein kollvelting í Klaksvík
Møguliga Kalsoyar­tunnil beint eftir Suðu…
- Nema veitur KT-trygd, telefoni og skip…
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld
Please Visit Responsibly – nýtt átak hjá…
EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið vi…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…