Lýsing
Lýsing

Frá "tráðleysum" fiskiskapi til "sofu" fiskiskap

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.01.2018 - 11:26 Politikkur Tíðindi Vinna

Í samband við orðaskifti um nýskipan av fiskivinnulóggávuni, varð nógv tosað um at steðga spekulatión við fiskiloyvum. Men nú nýggja lóggávan farin at virka er spekulatiónin ikki minkað, men heldur vorðin til annað slag av spekulatiónum. Harafturat hevur nýggja lóggávan lógliggjørt at menn kunnu verða Kvotabarrónar uttan at eiga skip.

Vinnan lagar seg altíð skjótt til teir karmar sum lóggevarnir seta, men nýggja lóggávan gevur eisini rúmd fyri spekulatiónum og kreativum loysnum.

Í lóg um vinnuligan fiskiskap, sum fór úr gildið á nýggjárinum varð ein grundregla at fiskiloyvi var knýtt at skipunum. Men nú lóg um sjófeingi fór at virka frá 1. Januar, er fiskiloyvið vorið leyst av skipum. Manningarnar eru sjálvandi framhaldandi knýttar at einstøku skipunum. 

Nú er einki krav um at eiga skip fyri at fáa fiskiloyvi og tí kunnu reiðarar avgerða sjálvir hvør fiskar ella hvussu tilfeingið verður fiskað. Í ávísum førum kanska beint ímóti áhugamálum hjá maningunum.

 

Tað lekur millum teori og praksis

Sjómenn, sum fram til 31. desember 2017 hava starvast úti á feltinum undir log um vinnuligan fiskiskap, hava verið vitni til ein sera margháttligt parlag millum skip og  manningar.

Partrolarar, lemmatrolarar og smáðir trolbátar hava partrola “tráleyst” við  uppisjóvarskipini. Hetta er tí at skip, sum ikki eru útgjørd at fiska uppisjóvartilfeingi hava fingið sín part av uppisjóvartilfeinginum frá landsstýrismanninum.

Reiðarríð sum fingu tilluta kvotur av uppisjóvartilfeinginum, men høvdu skip, sum ikki var útgjørt til hendan fiskiskapin, gjørdu avtalur við uppisjóvarskip um partroling.  Fyri at ”partrolingin” kundi verða góðtikin í fiskimálaráðnum, noyddust manningar á fiskiskipið, sum ikki var útgjørt til uppisjóvarfiskiskap, fylgja við uppisjóvarskipinum út á fiskifelti.

Soleiðis  var dagliga myndin á fiskifeltinum, at uppisjóvarskipið fiskaði og avgreiddi allan fiskin,  meðan trolarin, sum átti fiskiloyvi, einans sigldi undir liðini á uppisjóvarskipinum, meðan manningin tók sær av viðlíkhaldsuppgávum. Eftir at uppisjóvarskipið hevði avreitt alla veiðuna var úrtøkan býtt 40%/60%  millum uppisjóvarskipið, sum hevði gjørt alt arbeiði og so trolaran (fylgisskipið), sum átti fiskiloyvi og sum á papírinum sum lá í fiskimálaráðnum, ”helt í” hjá uppisjóvarskipinum. Í veruleikanum ”hildu trolararnir ikki í” men fiskaðu tað sum í dag verður rópt ”tráleyst”.

 

Reiðarar rinda manningum fyri at liggja heima í sofuni?

Men nú nýggja lóggávan er farin at virka er spekulatiónin skift karakter og gevur reiðarum og manningarfeløgum rættiligt høvðurbrýggj.

Av tí at reiðarar nú persónliga standa fyri fiskiloyvinum ella felag (í gomlu lógini var veiðiloyvi knýtt at skipinum), kann reiðari sum ikki eigur skip, sum er egnað at fiska av uppisjóvar kvotuni, nú gera eina avtalu við ein reiðarar, sum eigur uppisjóvar skip um at fiskað tilfeingið, um at leiga skipið frá honum.

Loyvi verða sostatt ikki seld millum reiðarríðini, men skip verða leiga ímillum ymisku reiðarríðini.

Men av tí at reiðarar eru bangnir fyri at manningarnar, sum fram til nýggjárs áttu lut í omanfyrinevnda fiskiskapi, fara at seta tiltøk í verk móti reiðaranum, kenna reiðarar seg trýstar til at geva manningum part av úrtøkuni, sum um manningarnar vóru til fiskiskap.

Spurningurin er so hvørjum lønarsáttmála hesin ”ikki-fiskiskapurin” skal fylgja. 

Manningar hjá nevnda reiðaríið, kunnu nú í veruleikanum verða til ein heilt annan fiskiskap ella halda frí og als ikki arbeiða, meðan teir fáa fulla løn.

 

Tað lekur millum teori og praktis

Ein sjómaður viðmerkti støðuna soleiðis:

- Eg haldi bara at tað er langt úti, at fiskimálaráðið hevur sent Ågot og aðrar línubátar 1500 fjórðingar á Flemish Cap, í ringastu árstíð til veður, at berjast við ódnarveður og olympiskt fiskarí, samstundis sum nøkur uppisjóvarskip eru farin 150 fjóðringar niður til Hetlands at fiska makrel og deila úrtøkuna við aðrar manningar, sum kunnu sita heima saman við reiðaranum og krevja ”sín” part.

Ein annar trupulleiki er býti av sjálvari úrtøkuni. Reiðari, sum eigur ein botnfiskatrolarar, sum hevur fingið tillutað veiðuloyvi til uppisjóvarkvotuna, hevur eftir nýggju lóggávuni fullan rætt til at lata øðrum reiðarríði, sum eigur skip, sum kann fiskað tilfeingið, loyvi at fiskað.

Undir gomlu skipanini noyddist skipið, sum var knýtt at veiðloyvinum, fylgja við uppisjóvarskipinum til fiskiskap. Hóast teir ikki fiskaðu, so býttu skipini baði um úrtøkuna við 40% til uppisjóvarskipið og 60% til skipið sum átti kvotuna.

Reiðarar og manning á skipinum býttu síðani sína millum eftir galdandi sáttmálum.

Men nú er einans eitt skip og ein manning til fiskiskap. Nú er uppgávan at finna út av hvussu bítast skal við tann sum eigur fiskiloyvi. Manningin sum er til fiskiskap skal hava sín part av 100% av fiskaðu veiðuni og so er upp til reiðaran av skipinum, sum eigur skipið sum fiskar og reiðaran sum eigur fiskiloyvi at semjast um tað sum eftir er.

Spekulatiónin er í øllum føri rættiliga virkin í hesum døgum.

Kvotabarrónar uttan skip

Sitandi fiskimálaráðharri og sitandi samgonga hava talað harðliga móti skipasølunum og handlunum við fiskiloyvunum. Men sambært nýggju lóggávuni eru hesir handlar nú fullkomiliga lógligir hóast teir ganga undir øðrum heiti.

Nú er ikki neyðugt hjá sokallaðum kvotabarrónum at eiga skip. Teir kunnu leiga skip eftir tørvi og kunnu enntá lata 20% av tilfeinginum teir sjálvir hava "fingið" frá landstýrismanninum at umsita til aðrar at fiskað uttan at spyrja fiskimálaráðið eftir.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld