Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimasíða til foreldur um ung og rús

SKRIVAÐ: Blái Krossur Føroya  |  10.01.2018 - 08:59 Tíðindaskriv Tíðindi

Í dag fer ein nýggj heimasíða av bakkastokki, ið gevur eitt gott íkast til kjakið um ung og rús, og um týdningin av, hvussu foreldur fyrihalda seg til hetta.

Gransking vísir, at besta rúsdrekka- og rúsevnisfyribyrgingin hjá ungum eru foreldrini.

Heimasíðan er tí rættað eftir foreldrum og gevur góð ráð til, hvussu tey kunnu práta við síni børn um rúsdrekka/-evnir. Harafturat kann ein lesa um gransking viðvíkjandi ungum og rúsi.

Heimasíðan er partur av Liv Lívið verkætlanini, sum Blái Krossur Føroya stendur fyri. Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum seinastu tvey árini hevur havt fokus á at broyta hugburðin hjá ungum til rús og fyri at minka um trýstið at smakka sær á ungum aldri.

- Vit hava ein vaksandi trupulleika í Føroyum við rúsevnum, og ov nógvir tannáringar nýta rúsdrekka, sigur Lív Justinussen, samskipari av Liv Lívið verkætlanini.  Hetta síggja vit m.a. á tørvinum á viðgerð. Tá so gransking vísur, at foreldrini eru besta fyribyrgingin valdu vit at gera eina heimasíðu til foreldur, har tey kunnu kunna seg meira um hetta evnið.

Heimasíðan kann vitjast á www.livlivid.fo/foreldur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-SJK
Helgi Jacobsen 90 ár
Mowi Føroyar 30 milliónir í yvirskoti í…
Páll A. Klettskarð: Hesir dystir eru nak…
Magnus Powell: Kanska hendur okkurt áðre…
Oljudálking við Grótrætt
Tvey pør í finalunum í tvímansleiki
Seinasta venjingin undan stórdysti­num í…
Miriam og Rúni í finalunum í einmansleik…
Oyggja­leikavetera­nar hittust á Orkney
Hallur Joensen vitjar Norðlýsið
Framerunning: Fleiri gull og met í Danma…
Kring Eiðisvatn í bakandi sól
Náttúrubingo - kom út í náttúruna í summ…
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…