Lýsing
Lýsing
Lýsing

Náttúrubingo - kom út í náttúruna í summar

SKRIVAÐ: FNU  |  16.07.2025 - 10:56 Tíðindaskriv

Summarið er besta tíðin at fara út og uppliva náttúruna kring okkum – og náttúrubingo er eitt stuttligt spæl, sum ger túrin í haga, við ánna, í fjøru ella í býnum til eina spennandi skattaveiðu fyri bæði børn og vaksin

 

Tá tú brúkar náttúrubingo, lærir tú teg at varnast smálutirnar, sum vit ofta ikki leggja merki til. Kanska sært tú eitt serligt plantuslag, eitt smákykt ella okkurt annað, sum kann vekja forvitni, og leiða til fleiri spurningar, so sum, Hvussu eitur hetta slagið? Hvar trívist tað? Hvussu sær tað út um heysti?

Eitt nú kanst tú brúka bókina Føroysk Flora, ið lýsir føroyskar plantur, til at læra meira um tær planturnar, tú sært og finnur. Tey yngru kunnu fáa eina kenslu av undran og virðing fyri lívinum í náttúruni – og tey vaksnu kunnu kanska finna eina nýggja gleði við at uppliva og læra okkurt nýtt.

Tak náttúrubingo við á túrin – og lat forvitnið leiða teg! Tað snýr seg ikki um at vinna, men at síggja, spyrja, undrast og vera til staðar – har tú ert!

Tú kanst prenta bingoplátuna heima við at taka hana niður her: 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum