Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kring Eiðisvatn í bakandi sól

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  16.07.2025 - 11:43 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Eiðisvatn, skamt niðanfyri Slættaratind og onnur høg fjøll, er eitt vatn, ið sílaveiðufólk og fólk, ið bara vitja okkara vøkru náttúru, vitja tíðum. Soleiðis var hendan dagin í vikuni eg og konan høvdu leitað okkum hagar. Eg við myndatóli og tráðu og Elsa við kaffi og tí, sum hoyrir til.

Veðrið var av tí allar fagrasta og tað vóru ikki bert vit bæði, ið høvdu leitað okkum her hendan dagin. 

Eg royndi meg við tráðuni. Valdi at byrja við eystara end á sunnaru byrging og gekk so fram við vatninum til Ærgisá, víðari vil Vabbisá og fram til Norðara enda á vestaru byrging. Sjálvt um eg kastaði við tráðuni allan vegin, so fekk eg einki, kendi einar tvær ferðir, men onki kom upp á land. Hetta var mitt um dagin og sólin stavaði beint á vatnið og ikki eitt lot, so umstøðirnar vóru ikki tær fiskiligastu. 

Men sjálvandi hevði eg myndatólið við, so hví ikki taka nakrar myndir av vøkru náttúrini her og fuglalívinum. Nógvur antarfuglur var á vatninum.

Fiskieydnan hjá mær hendan dagin var ikki sum hon mangan hevur verið her á vatninum, so eg má fara ein túr aftur, tá umstøðurnar eru fiskiligari. Men njótið myndirnarr niðanfyri:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…