Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025 samanborið við sama tíðarskeið í 2024?

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  14.08.2025 - 08:57 Politikkur Tíðindaskriv

Tørvur er á at fáa staðfest, um lógarbroytingin hevur havt beinleiðis ávirkan á bæði fráflytingina og skattainntøkurnar til landið og sum avleiðing av hesum hevur skapað neiligar avleiðingar fyri vinnu og familjur í Føroyum.

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini

 

 

 

Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður

 

Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

 

Evni: Fráflyting av monnum og skattainntøkur frá arbeiði uttanlands

 

 

Spurningar:  

  • Hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025 samanborið við sama tíðarskeið í 2024?
  • Hvussu stórar eru samlaðu skattainntøkurnar higartil í 2025 frá inntøkum, sum føroyingar hava vunnið við arbeiði uttanlands, samanborið við sama tíðarskeið í 2024?
  • Kann landsstýriskvinnan upplýsa, um broytingarnar, sum gjørdar vórðu í skattingini fyri fólk, ið arbeiða uttanlands, hava givið tær væntaðu inntøkurnar til landskassan?
  • Um broytingin hevur havt neiliga ávirkan á inntøkur landskassans, er landsstýriskvinnan sinnað at umhugsa at endurskoða og møguliga broyta lógina aftur?
     

Viðmerkingar:

Tað er avgerandi at fáa greiða vitan um, hvørt tær lógarbroytingar, sum eru framdar í skattingini fyri føroyingar, ið arbeiða uttanlands, hava havt jaliga ella neiliga ávirkan á landskassans inntøkur, og um broytingarnar hava elvt til økta fráflyting, serliga av monnum, ið arbeiða í Noregi, sum eru beinleiðis ávirkaðir av broytingunum.

Teir, sum t.d. sigla undir DIS-skipanini, verða ikki ávirkaðir av broytingunum, tí talan er um eina nettoskattaskipan. Tó hava verið fleiri ábendingar um, at lógarbroytingin, sum m.a. ávirkar útisiglarar í Noregi og onnur, ið arbeiða uttanlands, hevur havt við sær, at nógvir sjómenn eru fluttir frá norskum reiðaríum til donsk og grønlendsk reiðarí. Eisini verður ført fram, at lógarbroytingin hevur havt við sær fráflyting av monnum úr Føroyum.

Tørvur er á at fáa staðfest, um lógarbroytingin hevur havt beinleiðis ávirkan á bæði fráflytingina og skattainntøkurnar til landið og sum avleiðing av hesum hevur skapað neiligar avleiðingar fyri vinnu og familjur í Føroyum. Hetta er neyðugt fyri at kunna taka støðu til, um lógarbroytingin eigur at verða endurskoðað og møguliga broytt aftur.

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni.

 

 

 

Á Løgtingi, 13. august 2025

 

Johan Dahl

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…