Køkukapping á Føroya Sjómannadegi 2025
Stóra køkukappingin er vorðin ein fastur táttur á skránni á Føroya Sjómannadegi, og tað verður hon sjálvsagt aftur í ár. Sum áður, so verður kappast um besta smakk, besta teknikk og besta kreativitet. Men hvat er tað, ið vit leita eftir?
Besti smakkur
Er besti smakkurin altíð ein nýggjur smakkur? Ella ein nýggj samanseting av smakkum? Ella bara sannførandi kvalitetur í smakki? Jú, alt hetta kann skora eitt fyrstapláss, um tað sigur "spar 2" í gómanum.
Vinningurin fyri besta smakkin er ein Apple Iphone 16 128GB Teal frá Føroya Tele, virði 6.999kr, umframt ein posa við Callebaut sjokolátu.
Besti teknikkur
Hvat er teknikkur? Her verður hugt eftir háttalagnum, sum er brúkt og hvussu væl hátturin megnar at fáa køkuna at taka seg so flott út sum gjørligt. Teknikkir koma til sjóndar bæði innan og uttan. Hevur køkan eitt flott snitt? Eru løgini týðilig og klár? Nógvir teknikkir kunnu nýtast til at fáa køkuna at síggja skarpa út. Væl smurd ella blank sum ein spegilsmynd. Ella kanska okkurt sprøklut pynt ið skilur seg út? Nógvir eru hættirnir og kanska tit kenna okkurt serligt, ið tekur okkum av bóli.
Vinningurin fyri besta teknikk er eitt gávukort frá INN áljóðandi 3000kr, umframt ein posa við Callebaut sjokolátu.
Besti kreativitetur
Og síðani er tað kreativiteturin. Hvat er tað í køkuhøpi? Her eru skapandi evnini fremst í huga. Mest kreativa kakan er ofta ein køka, ið sigur eina søgu, ella fær tankar okkara inn í ein spælandi heim. Krøvini til uttaru útsjónd telja tá meiri, enn teknikkur og smakkur, tó at tað framvegis skal vera talan um kaku. Í øllum hesum, so verður sjálvsagt kapping um, hvør stendur seg best, og mangan er torført at døma ímillum allar tær avbera flottu køkurnar.
Vinningurin fyri besta kreativitet er eitt gávukort frá FK áljóðandi 3000kr, umframt ein posa við Callebaut sjokolátu.
Reglan er, at hvør luttakari lutekur við max einari køku.
Hvør luttakari fær eitt gávukort áljóðandi 300 krónur fyri at luttaka.
Dómarar í ár eru:
- Ranvá Adelheid Knudsen
- Olevina Sundskarð
- Heðin Arge
Køkurnar skulu latast inn í kantinuni hjá Antinis (sjá mynd niðanfyri) ímillum klokkan 11:00 og 12:00 leygardagin 23.august. Vinarliga havið stutta frágreiðing um køkuna / tilfar við.
Umleið klokkan 15 verður úrslitið kunngjørt á Stóra Palli, og eftir hetta verður møguleiki at síggja og smakka kakurnar í smáttunum tætt við stóra pall.
Er nakað ivamál, ber til at ringja til 597501at spyrja.